skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 30.11.08

###  [Yrkingar hjá Digital Cuttlefish komnar út á
bók!](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/yrkingar-hj-digital-cuttlefish-
komnar-t.html)

Ok, eg má viðganga at eg lesi øgiliga lítið poesi til dagligt. Faktiskt er
einasta undantakið "The Digital Cuttlefish", allarhelst tí hann er lættur at
skilja og sum oftast hevur ein boðskap, sum sigur mær nakað, soleiðis reint
persónligt. Hetta við, at tað ber til at lesa hansara yrkingar á [blogguni hjá
honum](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/) ger tað eisini nógv lættari
fyri meg, tí so kann eg bara hyggja á RSS, fyri at vita, um hann hevur skrivað
nakað nýtt.

"Cuttle" er dulnevndur, og hansara bannari hevur hesa yrkingina um tað:

> _The cuttlefish will use its ink

To hide itself--and so, I think,

Will I, although unlike my heroes,

I will hide in ones and zeroes.

It is my not-so-subtle wish

To emulate the cuttlefish,

To keep myself from public view

While writing what I write to you._

> Hann skrivar næstan altíð politiskt, og er vinstrahallur gudloysingur. Hetta
merkir nógv av hansara yrkingum, og er nakað sum fyri meg er viðkomandi og
(sorry til tykkum, sum yrkja um kenslur etc) meira áhugavert enn eg nógvar
aðrar yrkingar eg havi lisið.

Her er ein mynd av forsíðuni á hansara nýliga útkomnu
[bók](http://www.lulu.com/content/4725658) sum eg sjálvandi havi keypt mær :)

[![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=digital-
cuttlefish-cover.png)](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/2008/11/digital-
cuttlefish-vol-1-book-has.html)

Far og les eitt sindur. Tað er ofta rættiliga stuttligur lesnaður!

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:19](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/yrkingar-hj-digital-cuttlefish-komnar-t.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/yrkingar-hj-digital-
cuttlefish-komnar-t.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=1334236100997728678) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=1334236100997728678&from=pencil)

Merki: [Bloggur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Bloggur),
[Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi),
[Politikkur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Politikkur),
[Yrkingar](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Yrkingar)

###  [Aral Sjógvurin](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/aral-sjgvurin.html)

Var og ferðaðist í einar 5 dagar fyri stuttum. Løgi sum eg næstan ongantíð
ferðist, tá mann hugsar um at eg búgvi mitt í einum fantastiska spennandi
landi. Oh well, tað er nokk nakað annað, tá mann býr í tí.

Eg og sjefurin, Andy, fóru "road trip" til
[Karakalpakistan](http://en.wikipedia.org/wiki/Karakalpakstan) at síggja Aral
Sjógvin, ella tað sum er eftir av honum. Vit høvdu planlagt at fara at vitja
býin, har tað ber til at síggja bátar liggja strandaðar eftir at sjógvurin
minkaði so drastiskt, og síðani fara allan vegin upp til nýggju strondina.
Tíverri fingu vit bensintrupulleikar. Ikki ein tann einasta bensinstøð hevði
bensin (men tað bar til at keypa gass, um mann hevði ein bil, sum kundi koyra
uppá tað) so vit máttu pent geva upp eftir ein heldur villingarsaman túr úr
Nukus (okkara basa-statión, har hotellið var) til onkra fjarðskotna bygd, og
útseta túrin til dagin eftir við vónini um at vit tá høvdu funnið bensin.
Tíbetur kendi reseptionisturin onkran sum vit kundu keypa bensin frá. Og rætt
var, tá vit komu fram (hetta var bara eini vanlig sethús) vóru longu nógvir
bilar har og fólk keyptu bensin í fløskum. Vit skuldu hava 100 litrar, hehe.
Tíbetur høvdu vit bæði tikið nóg mikið av pengum til at keypa alt bensini
uttan at hin noyddist at gjalda nakað av tí, tí bensinið kostaði tað dupulta
av tí vit vóru von við.

Líkamikið, vit komu so fram til "býin við bátunum" sum einaferð var ein
fiskihavn, og nú liggur fleiri kilometrar frá strondini. Her eru nakrar myndir
av fyrrverandi Aral Sjónum.

![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=0096.JPG)

_Bátar nær við Muynak, har sum Aral Sjógvurin einaferð var_

Muynak var einaferð eitt sindur sum ein føroysk bygd (tó eitt sindur størri).
Tey høvdu stóran fiskiflota, og einaferð tá hungursneyð var i Russlandi,
bjargaðu bátarnir í Muynak nógvum mannalívum við at senda fisk til teirra. Í
Sovjetttíðini bleiv tað øgiliga "inn" at dyrka alla landjørð, sum var til
taks, so ferkilometur fyri ferkilomteur av oyðmørk bleiv gjørd til
landbrúksjørð í Usbekistan, Kasakstan og alla møguliga aðrastaðni her um
leiðir, sum jú eisini verður gjørt aðrastaðni. Her í Usbekistan fóru tey at
dyrka bummull, men alt vatnið, sum skuldi til fyri at gera oyðimørk til
landbrúksjørð, mátti jú koma onkrastaðni frá, og hetta bleiv Amu Darya áin,
sum rennur úr fjøllunum í Kirgisia (Kyrgystan) oman í Aral Sjógvin. Áin er nú
bert eitt fán av tí, hon einaferð var, og sjógvurin tað sama. Bummullin grør
sum vant, og landbúnaðurin gongur heilt ok, men tey, sum einaferð livdu av
fiskiskapi her, sita við turran munn. Í Kasakstan hava tey byrgt tann partin
av sjónum sum fær sítt vatn frá Syr Daryu inni, og har gongur eitt sindur
betur. Tey hava hóast alt fisk í sínum parti. Sunnari parturin (burdi sagt
partarnir, tí har eru tveir nú) hava onki lív í, tí sjógvurin er alt ov saltur
og fullur í kemikalium av ymiskum slag.

![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=0097.JPG)

_Eitt fiskiskip liggur á hav(sjó)botninum við Muynak og rustar burtur í onki._

Her eru tríggjar myndir av Aral Sjónum nú og fyrr. Eg ætlaði at finna eina av
Muynak frá gomlum døgum, men eg finni onga, so eg má bara fyristilla mær
hvussu har sá út. Kanska nakað sum í Klaksvík.

![](file:///C:/DOCUME%7E1/Inspiron/LOKALE%7E1/Temp/moz-screenshot.jpg)

![](file:///C:/DOCUME%7E1/Inspiron/LOKALE%7E1/Temp/moz-screenshot-1.jpg)
[![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=240px-
Aralzee.jpg)](http://en.wikipedia.org/wiki/Aral_Sea)
[![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=180px-
Aral_Sea_05_October_2008.jpg)](http://en.wikipedia.org/wiki/Aral_Sea)

_1989 2003 2008_

Myndirnar eru frá [Wikipedia](http://en.wikipedia.org/wiki/Aral_Sea) sum
eisini hevur ein frálíka grein um sjógvin.

[BBC hevur ein grein um Aral Sjógvin.](http://news.bbc.co.uk/1/hi/world/asia-
pacific/678898.stm)

Har eru nógvar síður, sum siga frá støðuni, tað er bara at googla, um mann
hevur hug at blíva eitt sindur deprimeraður.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:17](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/aral-sjgvurin.html) [0 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/aral-
sjgvurin.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=6154442023615451858) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=6154442023615451858&from=pencil)

Merki: [Menniskju](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Menniskju),
[Umhvørvið](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Umhv%C3%B8rvi%C3%B0),
[Usbekistan](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Usbekistan)

###  [Matriarkalskt samfelag: Prikkuta
hyenan](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/matriarkalskt-samfelag-prikkuta-
hyenan.html)

Hyenur eru áhugaverd djór. Har eru so nógvir fordómar um tær. Tað er bara at
hyggja at Lion King, so skýnir vanliga meiningin um hyenur ígjøgnum. Let's
face it; Ikki eru tær penar:

[![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=Crocuta_croc
uta.jpg)](http://en.wikipedia.org/wiki/Spotted_hyaena)

[_Crocuta crocuta_](http://www.hyaenidae.org/the-hyaenidae/spotted-hyena-
crocuta-crocuta.html)

Tað er tó eitt, sum er sera áhugavert við prikkutum hyenum. Hetta er, at tær
eru eitt av teimum heilt fáu súgdjórasløgunum, sum hava eitt matriarkalskt
hierarki. Tað vil siga, at tað eru honirnar, sum eru ovast í hierarkiinum
(hakkiordan). Hannar og honir hava hvør sítt hierarki, men sjálvt ovasti
hannurin, er undir niðastu honini. Honirnar eru eisini størri enn hannarnir,
og har tað er vanligt hjá leyvum at lata ungar hjá hinum súgva hjá sær, eru
hyenurnar einsamallar um sínar ungar. Hinvegin hjálpast tær at uppá aðrar
mátar, sum til dømis við veiðu og at jakstra leyvur frá sínum fongi:

Afturat hesum, er onnur atferð, sum er áhugaverd hjá hyenum. Tær eru
territorialar, sum nógv onnur rovdjór eru, men til dømis tær sum liva á
Serengeti fløtunum, flyta runt við gnuunum so hvørt sum teir flyta. Hetta ger,
at hyenur summar tíðir enda í territorium hjá øðrum hyenum. Tær, sum búgva har
gera ikki so nógv við tað, uttan so at tær fremmandu hyenurnar royna at stjala
teirra mat. Hetta ger tað møguligt hjá hyenum, at altíð hava atgongd til mat,
hóast teirra egna territorii ikki altíð hevur so nógv at bjóða uppá. Sigast
skal tó, at um ein fremmand hyena roynir at leggja uppí meðan tær lokalu eta,
kann hon risikera at blíva avbukað. Sum vant, eru tað ofta tær hyenurnar, sum
eru niðast í hierarkiinum, sum noyðast at fara avstað at leita eftir mati,
meðan tær sum eru hægst eta fyrst, og hava tí ikki líka nógv fyri neyðini at
ferðast so langt.

Les meira á:

[ArKive](http://www.arkive.org/spotted-hyena/crocuta-crocuta/)

[Hwange National Park, Zimbabwe](http://www.geocities.com/hyaenaresearch/)

[Predator Conservation Trust
](http://www.predatorconservation.com/spotted%20hyena.htm)

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:16](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/matriarkalskt-samfelag-prikkuta-hyenan.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/matriarkalskt-samfelag-
prikkuta-hyenan.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=6828421314677854589) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=6828421314677854589&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Hyenur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Hyenur)

###  [Talufrælsi, Dimma og Politikkarar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/talufrlsi-dimma-og-politikkarar.html)

Harra mín, sum standurin er í Føroya landi fyri tíðina.

Fyrst melda nakrir heilaleysir politikkarar við Miðflokkinum á odda út, at
teir vilja seta filtur á internetið, so tað ikki skal bera til at síggja
porno. Hetta er veruliga nakað av tí mest absurda eg havi hoyrt í langa tíð.
Hava teir ikki hoyrt at ["the internet is for
porn"](http://www.youtube.com/watch?v=cNARJPNz2CA&feature=related)? Ella, jú
tað er kanska akkurát tað teir hava hoyrt. Eg veit ikki hvussu teir ætla sær
at sensurera internetið fyri porno, men um tað ikki var tí eg helt tað var
ekstremt langt úti at gera tílíkt, hevði eg ynskt teimum góða eydnu. Og hvat
telja teir sum pornografiskt tilfar? Skal ein síða sum tann hjá ["Tidens kvind
er"](http://www.tidenskvinder.dk/layouts/tidenskvinder/redirect.aspx?Redirect=
/Default.aspx) sensurerast? Hvat við [Youtube](http://www.youtube.com/)? Har
finnast videoklipp inni á Youtube, sum veruliga ikki eru fyri sartar sálir.
Skal tað so eisini sensurerast, líkasum tað er her í diktatoriska Usbekistan?
Møsn úr enda í annan. Takið tykkum so for f*nin saman! (sjálvsensur, hehe)

Síðani verður alt [Kjak.fo](http://www.kjak.fo/forum/index.php) lukkað niður,
tí, sum eg skilji tað, ein persónur avdúkar eitt navn, sum ikki mátti
avdúkast. Hvar bleiv talufrælsið av? Tak ikki feil. Eg haldi absolutt tað er
skeivt at alment blaka runt við nøvnum, og ákæra fólk fyri líkt og ólíkt, men
vanliga klára kjakansararnir á kjak.fo altso væl at halda skil á. Tað er meira
enn so hent seg at postar eru slettaðir av kjakleiðarum, tí fólk vóru útspilt,
og tað er púra rætt. Kjakið hevur nakrar spælireglur, og tey sum bróta tær
kunnu risikera at fáa sín brúkara slettaðan. Um tað er meira alvorligt, ber
til at melda, og tá ber til hjá politiinum at finna fram til viðkomandi, um
hann/hon er dulnevnd/ur. Men soleiðis var ikki hesuferð. Alt kjakið sum tað
var bleiv niðurlagt uttan ávaring og uttan nakra sum helst frágreiðing til
teir meira enn 3000 skrásettu brúkararnar. Og hvør gjørdi hetta? Ongin annar
enn okkara egna Dimma! Tað er jú Dimmalætting sum eigur kjak.fo, men tað vilja
tey so opinbart ikki longur. Kjak.fo skal eftir øllum at døma vera niðri til
ein keypari er funnin (so Dimma sleppur undan at hefta fyri tað, sum
brúkararnir kunnu finna uppá at siga, meðan teir útnytta sítt talufrælsi. Ella
soleiðis sær tað út. Dimma hevur kanska hug at geva eina aðra frágreiðing?).
Tað er stór skomm. Tað er jú ikki tí at kjakarar á kjak.fo vilja sleppa at
spilla fólk út, men tí at ein gjørdi tað, so skulu øll sum brúka torgið
dagliga hava munnkurv. Tað er her at talufrælsið bleiv skert. Ikki hjá tí
persóninum, sum segði nakað býtt, men hjá øllum hinum, sum onki høvdu við tað
at gera, men sum hava stóra gleði av at "endiliga kunna siga sína meining",
sum slogannið jú er. Vit eru flýdd inn á Facebook, á bloggurnar og ivaleyst
onnur støð á internetinum, sum tað ikki er so lætt hjá nøkrum í FO at taka
niður, men tað er ikki rætt at halda allar brúkararnar á kjak.fo fyri gjøldur
á hendan hátt.

Frælst internet er ikki nakað vit fegin vilja hava, tað er nakað vit krevja!
Alt annað er sensurur líkasum í Kina, Saudi Arabia og Usbekistan. Er tað
tílíkum londum vit vilja líkjast?

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:15](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/talufrlsi-dimma-og-politikkarar.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/talufrlsi-dimma-og-
politikkarar.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=1806825412923770879) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=1806825412923770879&from=pencil)

Merki: [Etikkur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Etikkur),
[Kjak.org](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kjak.org),
[Talufrælsi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Talufr%C3%A6lsi)

###  [Klókar krákur](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/klkar-krkur.html)

Altíð eru øll so ótrúliga glað fyri sjimpansur og delfinir, tá tað kemur til
at tosa um klók djór. Fuglarnir vera altíð líka illa forsømdir, og tað er
synd, tí teir eru sanniliga eisini klókir.

[Á birdwatch.co.uk](http://www.birdwatch.co.uk/website/content/view/1791/32/)
fann eg eina grein, sum lýsir evnini hjá nýkaledoniskum krákum[ (_Corvus
moneduloides_).](http://en.wikipedia.org/wiki/New_Caledonian_Crow) Krákurnar
duga óvanliga væl at brúka tól. Kanningin, sum verður lýst á Birdwatch er av
evnunum hjá krákunum at gjøgnumskoða fellurør, har tað ber til at hála mat úr
einum røri við einum pinni, men har ein fella er í rørinum, so tað bara ber
til at hála matin út annan vegin. Krákurnar dugdu at fáa matin út, eisini tá
har vóru tvær fellur, ein opin, og ein aftur. Tær dugdu faktiskt betur en
sjimpansur, sum hava verið testaðar á líknandi hátt. [Her ber til at taka
videoupptøkur av royndunum niður.

](http://journals.royalsociety.org/content/l7l21r228k420u59/rspb20081107supp01
.mov)

Nýkaledoniska krákan dugur eisini at gera tól. Hon brúkar greinar/kvistar til
at gera sær krókar/húkar til at hála insektir úr holum við. Tá krákan Betty
fekk eitt beint petti av stáltráði og eina uppgávu at loysa, megnaði hon at
rokna út, at henni tørvaði at boyggja stáltráðin so hon kundi brúka hann sum
húk. Uppgávan var at fáa eitt ílat við mati upp úr einum røri, so ikki so nógv
øðrvísi enn tað, krákurnar longu gera í náttúruni. Men hetta var bara fimtu
ferð at Betty sá stáltráð, og hóast alt visti hon hvussu hon skuldi gera.

[ ](http://users.ox.ac.uk/%7Ekgroup/tools/crow_photos.shtml)

[![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=betty_wire-
bucket3.jpg)](http://users.ox.ac.uk/%7Ekgroup/tools/crow_photos.shtml)

_Betty, í ferð við at hála eina spann við mati upp við sínum heimagjørda tóli.

_

Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir, lýsingar av kanningum og
videoklipp.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:13](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/klkar-krkur.html) [0 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/klkar-
krkur.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=4752460090369420633) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=4752460090369420633&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Intelligensur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Intelligensur),
[Krákur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kr%C3%A1kur)

###  [Er gudloysi betur?](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/er-gudloysi-
betur.html)

Eg læs eitt lesarabræv í Dimmu herfyri, sum fekk meg at ivast í, um fólk
yvirhøvur hava áhuga í, at finna útav, hvat gudloysingar eru fyri fólk. Tað
virkar sum, at óansæð hvussu ofta vit siga tað, og hvussu nógv lesarabrøv
Gudloysi skrivar, so eru tað 100 ferðir so nógv fólk, sum bara ikki skilja,
ella eru áhugaði í at skilja hvat tað er at vera gudloysingur. Og so er tað
tey sum ræðast orðið sjálvt "Gudloysi ljóðar óhugnaligt" "tað rann mær kalt
niður eftir bakinum" osfr. Hvat við at seta seg við einari orðabók, og finna
útav hvat tað merkir? Hví ræðast navnið? Tað ljóðar næstan sum, tá fólk ikki
tora at siga "Voldemort" í Harry Potter. Lesarabrævið, sum setti allar hesar
tankarnar í gongd var tað hjá Mariu Jacobsen sum æt "Gudsótti - Gudloysi". Hon
hugleiðir um Victor Danielsen, og hvussu góður kristin hann var. Hetta er
ivaleyst sera áhugavert fyri trúgvandi, men ikki fyri meg. Tað var nakað
annað, sum fekk mítt piss í kók.

> "Tað er óhugnaligt at hugsa um, at tað eru fólk sum vraka Gud, tí gudloysi
er betur."

Ha? Tað er ongin, ONGIN, sum vrakar Guð, tí tey halda at gudloysi er betur.
Tað handlar ikki um hvat mann heldur vera _gott_, men hvat mann heldur vera
_satt_. Eg og aðrir gudloysingar mangla eina trúgv uppá Guð og aðrar gudar.
Hetta er orsøkin. Ikki at vit onkursvegna velja Guð frá, tí vit halda tað er
betur ongan gud at hava. Tað er ikki sum at siga: "Tað er betur ongan jólamann
at hava, enn at hava ein" men "Eg haldi ikki, at jólamaðurin er til".

Hon sigur eisini:

> "_"Gud er Gud, um land alt legðist oyði,

Gud er Gud, um menniskjan øll doyði,"_ sang norski presturin Petter Dass, og
soleiðis er tað, líkamikið hvat í menniskjur finna uppá at siga ella skriva.
Hví skulu vit trúgva meira uppá granskarnar, fyri tí um teir siga okkurt, vit
vita jú hvussu ósamdir teir eru. Ein pástendur eitt og annar eitt annað um
sama evni. Tað sigur bara, hvussu ótrygt tað er at líta á menniskjans
metingar. Jeremias 10.10 sigur: _"Men Harrin er Gud av sonnum, Hann er livandi
Gud og ævigur Kongur og vreiði Hansara fær jørðina at nøtra."_"

Tað er fínt, um Maria er glað fyi at Gud er Gud, um land alt legðist oyði, men
akkurát hvat hevur tað við nakað sum helst at gera? Skal eg dyrka ein gud, tí
hann er sum hann er hóast hansara skaparverk oyðilegst? Eg má siga, at eg
loyvi mær at ivast í um Gud var Gud um øll menniskju doyðu. Eftirsum eg haldi
hann bara er til í heysinum á fólki, so rokni eg við hann hvarv, um vit øll
doyðu.

Men eg kann fortelja Mariu hví vit skulu lurta eftir granskarum (eg segði ikki
líta á, tí meiningin er at vit skulu lurta, hoyra próvførsluna, og so
kritisera og antin góðtaka pástandin ella ikki). Fyrst og fremst er tað hetta
við at granskarar eru ósamdir. Jú vist eru teir tað, men bara um hvussu okkurt
hendir, ikki at tað hendir. Lat okkum taka menningarlæruna (sum er ein læra
ella teori). Granskarar eru ósamdir um eina rúgvu av detaljum, men ONGIN setur
spurnartekin við, at núverandi djórasløg eru ment frá øðrum sløgum, sum eisini
vóru ment frá sløgum fyri tey. Hetta síggja vit við at hyggja at fossilum, og
nú kunnu vit eisini síggja við DNA royndum, at djórini eru skyld við hvønn
annan, og tí hava somu forfedrar. (Hey, um vit kunnu siga hvussu menniskju eru
skyld við hvønn annan við at brúka DNA, hví kunnu vit ikki gera tað sama við
djórasløg?). Tað, sum granskarar skeldast um, er mekanisman. Teir flestu eru
samdir um at náttúrligt úrval er sílan, sum sorterar tey djórini frá, sum ikki
kunnu klára seg. Men so er tað úrvalið. Har eru mutatiónir, blanding av genum
frá mammu og babba og alt møguligt tekniskt, sum eg ikki fari inn á her, sum
ger at tað finnist eitt úrval av djórum í hvørjari generatión. "Sílan" sáldar
so tær variatiónirnar frá, sum ikki klára seg líka væl sum hinar. Sært tú
munin? Granskarar eru ikki ósamdir um tað faktum, at menning hendir, har eru
bara ósemjur akkurát hvussu tað gongur fyri seg. Tó er bara talan um smáar
detaljur, ongir seriøsir lívfrøðingar avnokta, at náttúrligt úrval sáldar tey
minst egnaðu frá. Tað er heldur ongin seriøsur lívfrøðingur, sum avnoktar
nyttuna av mutatiónum, tá tað kemur til at skapa størri úrval.

Darwin sjálvur visti ikki nakað sum helst um genetikk. DNA var ikki uppdagað
tá, so hóast hann sá, at eginleikar blivu arvaðir ígjøgnum generatiónirnar, so
hevði hann ikki vitan, til at siga hvussu. Nú vita vit _hvussu_ tað hendi, men
vit vistu longu tá, _at_ tað hendi. Richard Dawkins sigur menning vera eitt
faktum, og hann hevur púrasta rætt. Menningarlæran er ein teori (ástøði á
góðum føroyskum) um hvussu menning hendir, og har er lítil ivi um at hon er
røtt. DNA tekur undir við hesi ástøði, fossilini gera tað, kanningar við
bakterium taka undir við henni. Higartil hevur onki verið, sum hevur mótprógva
nøkrum pástandi, sum menningarlæran kemur við. Tí stendur hon enn. Kom við
einum pástandi um Guð, sum tað ber til at mótprógva, og so skalt tú nokk
síggja hypotesuna fella, so skjótt ein seriøsur granskari fer í gongd. So nei
Maria, granskarar eru ikki ósamdir um annað enn mátan at greiða frá hvussu
ting henda. Vit vita, at um vit hoppa av einari brúgv, so detta vit niður og
vit vita, at okkara børn arva okkara eginleikar. Tað, vit hava verið ósamd um,
er hvussu tað ber til, at vit detta, tá vit hoppa av brúnni og hvussu tað ber
til, at okkara børn líkjast okkum. So skjótt vit læra okkurt nýtt (sum til
dømis DNA) so vita vit hvussu, og ósemjan hvørvur.

Fyri tað næsta, so er eitt bíbliusitat ikki nøktandi provførsla fyri nakað sum
helst annað enn hvat stendur í bíbliuni. Hvat vil Maria hava ein gudloysing at
gera við hennara sitat? Hvat fyri vreiði er tað, at jørðin nøtrast av? Er
hatta ein pástandur, sum kann kannast og mótprógvast? Ella er hatta bara
orðavavstur? Maria heldur tað er ótrygt at líta á menniskjans metingar, men
hon hevði ikki verið til, um menniskjan ikki gjørdi sinar metingar, og leyt á
tær. Einaferð í hennara ættartalvu, var onkur sum mátti í ein bát, máti ringja
onkrastaðni, mátti sáa rætta tíð av árinum, mátti kóka vatn ella mat fyri at
drepa bakteriur (hóast tey ikki vistu hvat bakteriur vóru fyri fidusar) osfr
fyri at yvirliva og fáa børn. Um tey ikki festu sítt álit á vitan, sum
menniskjan hevði samlað sær um hesi ting, so høvdu tey ikki fingið børn, og so
var ongin Maria til.Trupulleikin vísir seg at vera tann, at tá vitanin ikki
direkta hevur nakað at gera við yvirliving, so er tað í lagið at ignorera
hana, ella siga at hon er óviss. Tað ger tað sjálvandi uppaftur verri, um
vitanin sáar iva um hvørt Guð er til.

> "Hugsa sær til, hann [Victor Danielsen] gjørdi hetta valið sum ein ungur
drongur, at hann skuldi boða øllum føroyingum gleðiboðskapin um Jesus, hann
ferðaðist um allar oyggjarnar og var í øllum bygdunum í landinum og talaði og
sang. Um vit nú hugsa okkum til, at hann ikki hevði valt hetta, hvussu nógv
øðrvísi hevði mangt kanska ikki verið, um hann í staðin hevði valt at sagt
føroyingum, at Guds orð er tvætl, at tað eru bara nøkur væl samansett orð um
ein Gud, sum vit ikki kunnu líta okkum á, og at gudloysi er tað einasta rætta.

Tað eru smá hundrað ár, síðani Victor byrjaði sína tænastu, hvussu stóra
signing tað hevur verið til, og hvussu stóran ávøkst tað hevur borið, fáa vit
eina ferð at vita. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv gott fer at
spyrjast burturúr boðanini um, at Guds orð, bert eru tóm orð og einasta vónin
hjá menniskjum er gudloysi."

Tað ber illa til at siga hvat hevði hent, um okkurt ikki var sum tað var, men
eg fari at gita, at Miðflokkurin hevði haft minni vald til at gera lívið súrt
fyri okkum vanligu føroyingar, trúgvandi sum ikki-trúgvandi. At hann skal
ganga runt og harmast yvir at bæði eitt og annað er synd, ger tað trupult fyri
fólk at konsentrera seg um hvat er rætt og hvat er skeivt. Hetta er ivaleyst
eisini orsøkin til at fólk sum Richard Danielsen breiða seg út um hvussu
forferdiligt tað er at Fólkaheilsuráðið upplýsir okkara tíverri alt ov
óvitandi ungdóm um trygt sex og deilir ókeypis hítir út. Tær áttu forrestin at
verið ókeypis alla tíðina, og burdi ligið frammi í barrum og diskotekum. Hetta
hevði ivaleyst minkað um talið av kvinnum, sum vilja hava abort - og sum ikki
fáa hana, tí fólk sum Jenis eru nakrar krukkur.

Vónandi fer nógv gott at spyrjast burturúr felagnum Gudloysi, sum til dømis at
politikkarar, sum grunda sína próvførslu á Bíbliuna, ikki fáa frið til at gera
tað longur. Eg haldi ikki at gudloysi (altso ikki felagið, men tað at vera
gudloysingur) er einasta vón hjá menniskjum. Tað er bara ein tilstandur, sum
summi fólk enda í, tí tey ikki hava sæð nøktandi prógv fyri, at ein gudur er
til. Vónin finst í vísindunum, kærleikanum og øðrum menniskjum. Ella - tað ger
hon hjá mær.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:05](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/er-gudloysi-betur.html) [1 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/er-gudloysi-betur.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=7612413203172816226) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=7612413203172816226&from=pencil)

Merki: [Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi),
[Lesarabrøv](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Lesarabr%C3%B8v),
[Menningarlæran](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Menningarl%C3%A6ran),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

###  [Veggir, sum ikki eru har. Sera Harry
Potterskt.](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/veggir-sum-ikki-eru-har-sera-
harry.html)

Ok, fleiri hava ivaleyst hoyrt um arbeiði við
["metamaterialum"](http://en.wikipedia.org/wiki/Meta_materials), sum kunnu
gera ting ósjónlig. Líkasum kápan hjá Harry Potter. Arbeiði gongur seint fyri
seg, og er neyvan so sensationelt, sum tað virkar í miðlunum hvørja ferð ein
tílík søga kemur út.

Nú læs eg akkurát um ein
[nýggjan](http://www.nature.com/news/2008/080919/full/news.2008.1113.html)
máta at brúka metamaterialir uppá. Nevniliga til at fáa tað til at síggja út,
sum okkurt sum ikki er har, veruliga er har. Forvirrandi? Hugsa um veggin, sum
Harry má ígjøgnum fyri at koma til tokið. Við hesum metamaterialum, kann tað
lata seg gera, at fáa tað at síggja út sum Harry gongur ígjøgnum ein vegg,
hóast ongin veggur er har. Prinsippið er tað sama, sum tá vit hyggja at mjólk
í einum glasi, og ikki síggja glasið sjálvt á síðunum. Tað sær út sum mjólkin
gongur heilt út til har sum glasið endar. Tað, sum hesi metamaterialir kunnu
gera, er at fáa tað at síggja út sum mjólkin fer longur út enn glasið. Altso,
um vit hava eitt portur við eini súlu í miðjuni, so ber tað til at fáa tað at
síggja út sum um súlan røkkur so langt út, at onki portur er sjónligt. Tað vil
siga, at tað ber til at krógva op í veggum, so bara tey sum vita at tey eru
har, finna ígjøgnum. Tosa um ein kulan eginleika til eina villiniborg! (Eg
ivist ikki í, at meira seriøs endamál eru í tankunum hjá teimum flestu). Tað
keðiliga er sjálvandi, at beint nú riggar tað bara uppá <strike>ultraviolett
ljós</strike> mikrobylgjur, og við sjónligum ljósið finst onki metamateriali
beint nú, sum endurspeglar ljósið 100%, so tað hevði ikki verið líka
effektivt. Tó so, kann vera tey loysa hesar trupulleikarnar, og so kunnu vit
ikki longur trúgva okkara egnu eygum í tí dagliga.

Er hatta ein múrur? Er tað ikki?

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:03](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/veggir-sum-ikki-eru-har-sera-harry.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/veggir-sum-ikki-eru-har-sera-
harry.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=2712377117780196486) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=2712377117780196486&from=pencil)

Merki: [Tøkni](http://asajoh.blogspot.com/search/label/T%C3%B8kni),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

###  [Palin vinnur "Rubber Dodo"](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/palin-
vinnur-rubber-dodo.html)

[![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=rubberdodo.j
pg)](http://www.biologicaldiversity.org/news/press_releases/2008/palin-09-17-2
008.html)

Sarah Palin vann herfyri tann ivasama heiðurin, av at fáa eina "Rubber dodo"
frá [Center for Biological Diversity](http://www.biologicaldiversity.org/).

Har er millum annað at lesa:

> "Governor Palin has waged a deceptive, dangerous, and costly battle against
the polar bear," said Kieran Suckling, executive director of the Center for
Biological Diversity. "Her position on global warming is so extreme, she makes
Dick Cheney look like an Al Gore devotee."

Áhugavert. So ikki bara hevur hon okkurt ímóti hvítabjarnum, hon avnoktar
eisini globala upphiting. Okkurt sigur mær, at USA ikki ætla sær at fara væl
við móður jørð, um McCain vinnur forsetasætið. Eg veit sum so heldur ikki hví
eg helt tað í forvegin.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:01](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/palin-vinnur-rubber-dodo.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/palin-vinnur-rubber-dodo.html
#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=6476575662971797302) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=6476575662971797302&from=pencil)

Merki: [Politikkur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Politikkur),
[USA](http://asajoh.blogspot.com/search/label/USA),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

###  [Millum annað góð mamma: Tvístertan](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/millum-anna-g-mamma-tvstertan.html)

![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=tv%c3%adstert
a.jpg)

[_Forficula auricularia_](http://en.wikipedia.org/wiki/Forficula_auricularia)

Kann líka so gott siga tað beinanvegin. Eg hati tvístertur. Tað er ikki bara
tað, at tær koma inn, vandra runt eftir veggunum, krógva seg undir borðlappum
ella vitja meg í songini, sum ger tað. Tær hava eisini hasa vemmiligu
klípintongina til stert, sum tær glaðar og fróðar hótta einn fullvaksnan
lívfrøðing, sum burdi vitað betur, við. Puha. Tað er bara eitt við
tvístertuni, sum fær meg at fyrigeva henni alla sína vemmiligheit, og tað er,
at hon er ein (relativt) góð mamma.

Okkara tvísterta, er tann vanliga evropeiska tvístertan, sum er at finna, ikki
bara í Evropa, men eisini í Norður Amerika, har hon er innførd (ivaleyst av
óvart) av menniskjum. Hon er hampuliga alt-etandi og er mest aktiv um náttina.
Hon er forvitin, djørv og ikki sørt býtt, og endar tí ofta í baðikørum,
spannum við sápuvatni osfr. Tá vandi er á ferð, letur hon seg detta niður (um
hon er á einum veggi ella líknandi) og rennur so inn í nærmasta skjól, sum hon
finnur. Hon dugur at flúgva, men tað er óvanligt at síggja eina tvístertu
flúgva. Hon kann eisini klípa við stertinum, men tað nyttar sjálvandi ikki so
nógv ímóti fólki. Sterturin riggar best til at forsvara seg ímóti øðrum á
hennara egnu stødd, at fáast við veingirnar (ivamál tykist vera um, hvørt hon
nýtir stertin at lata teir upp, ella balla teir saman) og tá hon parast (óvist
hvussu). Tvístertuni dámar at krógva seg í fuktigum, myrkum og køligum støðum
um dagin, og tað skal helst vera trongt. Tí er vandi fyri at finna hana undir
borðlappum, bløðum og skóm til dømis.

Náh, men tað vóru hennara mammu-eginleikar. Tvístertan verpur um 50 egg í eitt
reiður undir jørð, og verjir síðani reiðrið ímóti fíggindum (eisini øðrum
tvístertum, og sjálvt pápin sleppur ikki inn í reiðri), heldur eggini rein og
passar tey til tey eru klakt. Síðani verjir hon eisini larvurnar, sum líkjast
akkurát einari vaksnari tvístertu, bara minni og ljósari. Ikki fyrr enn
larvurnar hava skift ham fyrstu ferð, og eru farnar avstað, gevst hon at ansa
eftir teimum. Tað at verja sínar ungar, er ikki óhoyrt í insekt-verðini, men
er hóast alt ikki serliga vanligt heldur. Tí haldi eg, at henda atferð er
áhugaverd, og ein formildandi faktorur, sum ger at eg hati tvístertuna bara
eitt lítið sindur minni.

Les meira:

[Tree of Life um Dermaptera](http://tolweb.org/Dermaptera)

[University of Florida um
tvístertur](http://creatures.ifas.ufl.edu/veg/european_earwig.htm)

[Wikipedia um Dermaptera](http://en.wikipedia.org/wiki/Earwig)

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [09:58](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/millum-anna-g-mamma-tvstertan.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/millum-anna-g-mamma-
tvstertan.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=7638460951836706004) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=7638460951836706004&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Tvístertur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Tv%C3%ADstertur)

###  [Góður pápi: Kombikk](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/gur-ppi-
kombikk.html)

![](http://www.dimma.fo/Bloggan/asa.johannesen/image.axd?picture=kombikk.jpg)

[_Gasterosteus
aculeatus_](http://news.bbc.co.uk/2/low/science/nature/3625235.stm)

Tey flestu av okkum, hava ivaleyst hoyrt um kombikk. Eg rokni við tað eisini
eru nógv sum plagdu at fanga kombikk, tá tey vóru børn. Tað gjørdi eg. Eg
visti tó onki um hendan sera vanliga fisk, sum vit hava í hyljum runt um í
landinum. Tað var ikki fyrr enn eg fór at lesa djóraatferð, at eg fann útav at
ein atferðarfrøðingur sum æt [Niko
Tinbergen](http://en.wikipedia.org/wiki/Nikolaas_Tinbergen), hevði brúkt nógva
tíð uppá at kanna [atferðina hjá kombikkum](http://www.psywww.com/intropsych/c
h08_animals/tinbergens_observations_of_sticklebacks.html). Sakin er tann, at
kombikk, hóast tey eru so vanlig, smá og keðilig at hyggja uppá, hava sera
áhugaverda atferð. Tað sum er serliga áhugavert, er atferðin hjá hanninum í
gýtingartíðini.

Tað mesta av árinum eru kombikk grábrún, svimja saman í stimum og brúka tað
mesta av síni tíð uppá at finna mat og krógva seg fyri rovdjórum.

Um várið hendir so tað, at hannarnir skifta lit. Teir blíva blágráir um
ryggin, fáa reyðan háls og blá eygu (sí mynd). Orsøkin til hetta skifti, er at
teir eru klárir at reiðrast. Hannurin borar eitt hol í undirlagið og leitar so
eftir plantuleivdum, sandi, skeljum og øðrum, sum hann klistrar saman við
[sevju úr nýrunum](http://fo.wikipedia.org/wiki/Kombikk) oman yvir holið.
Reiðrið er ein tunnil, sum eitt kombikk akkurát passar ígjøgnum, og hannurin
verjir tað ógvuliga væl. Ongi onnur kombikk sleppa nær, og allir aðrir hannar
kunnu vænta at fáa ein ordans umgang um teir hætta sær ov nær.

Um ein hon nærkast, ger hannurin sum hann ger við øll onnur kombikk, og leggur
á hana. Tær flestu rýma so, og so er liðugt við tí. Tó, um honin er klár at
gýta, fer hon ikki undan, og spennir búkin hjá sær út meðan hon lyftir stert
og høvd uppeftir. Tá byrjar paringsdansurin hjá hanninum, har hann skiftivís
skumpar til honina, og enntá bítir hana, og so svimur yvir til reiðrið. Hetta,
sum ofta verður kallað sikksakk dansurin, blívir hannurin við at gera, til
honin kemur til reiðrið. Hann vísir henni á inngongina til reiðrið, og hon fer
inn, gýtir og út aftur í hinum endanum. Tá tað er gjørt, fer hann sjálvur
ígjøgnum, og rekur so honina burtur. Tá hann hevur fingið fult reiður (og tað
kann vera frá upp til fleiri ymsikum honum) verjir hann tað inntil rognið er
klakt. Tað er alneyðugt at hann verjir tað, ikki bara fyri øðrum hannum, sum
kunnu gera fortreð, men eisini fyri honum, sum ikki eru í gýtingarlag. Hetta
tí, at tað hendir seg, at kombikk kunnu leggja á reiðrið og eta rognið, um
hannurin ikki ansar nóg væl eftir. Eg havi sjálv upp til fleiri ferðir sæð ein
heilan stima leggja á eitt reiður, har hannurin ikki megnaði at forsvara tað.
Afturat at verja rognið, syrgir hannurin eisini fyri at tað fær nóg mikið av
súrevni, við at veiftra nýtt vatn inn í reiðri. Tað er ikki fyrr enn ynglið er
komið úr reiðrinum, og farið avstað, at hannurin gevst at ansa eftir.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [09:54](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/gur-ppi-kombikk.html) [0 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/gur-ppi-kombikk.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=3926946208505984172) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=3926946208505984172&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Kombikk](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kombikk)

###  [LHC (Large Hadron Collider)](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/lhc-
large-hadron-collider.html)

Í dag er(var) dagurin! Eg havi tíverri eina kenslu av, at eg eri nokkso
einsamøll í at vera ógvuliga, ógvuliga spent um tað, og hetta hóast eg skilji
ógvuliga lítið av tí heila. Tíbetur finnast nørdar har úti, sum kunnu hjálpa
fólki sum mær at skilja hvat tað heila gongur út uppá. Tað er ikki so lætt hjá
mær; "Physics for Dummies" hóast hon uttan iva fæst á Amazon, er ikki líka
bara, at fáa fatur á her í Usbekistan.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [09:52](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/lhc-large-hadron-collider.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/lhc-large-hadron-
collider.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=1827950749954445466) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=1827950749954445466&from=pencil)

Merki: [Humor](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Humor),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

###  [Fosturtøka er IKKI morð!!!!!](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/fosturtka-er-ikki-mor.html)

Tað er heilt forferdiligt eg kann blíva móð av at hoyra fólk siga tað. Tað er
simpulthen ikki eitt haldbart argument ímóti fosturtøku.

Hví? Jú tí: Eitt fostur yngri enn markið fyri fosturtøku, veit ikki til sín
uppá nakran máta. Tað er at rokna sum ein reyðmaðkur í tilvitan. Jaja, eg veit
tað kann blíva til eitt lítið menniskja, sum veit til sín, men tað er altso
ikki komið so langt enn. So gevst við hasum; tað er onki minni enn
følilsisavpressing, og hevur onki at gera við objektiva argumentatión. Um
fosturtøka er morð, so er tað eisini morð, at sløkkja fyri apparatunum, sum
halda einum heiladeyðum livandi.

Og so hoyri eg øll anti-abort fólkini skríggja, at tað er munur á einum fólki,
sum ongantíð fer at vakna aftur, og einum barni (ja, tað dámar teimum at kalla
fostur, tað skal helst vera so kensluborið sum gjørligt) sum kanska fer at
vera tann næsti Einstein, ella whatever. Segði nakar stráðmaður? Sorry. Jú
sjálvandi er munur á. Tað er júst tí, at eg haldi at málið um fosturtøku hevur
fortjent eitt sakligt umfevnandi kjak, sum tekur allar nuansur og
trupulleikar, øll argument, fyri og ímóti, alla vansar og fyrimunir við. Tað
nyttar onki at feiða kjakið av borðinum við einum "fosturtøka er morð" ella
ein annar favorittur: "Synd".

Og hvat haldi eg um fosturtøku? Mær dámar ikki tankan, og eg ætli mær at gera
mítt til ongantíð at koma í eina støðu, har eg føli meg noydda at taka valið.
Tó kann eg siga so mikið, at eg nú kenni meg nóg væl fyri uppá allar mátar til
at taka mær av einum barni, so hevði ivaleyst ikki valt fosturtøku, um eg
bleiv uppá vegin í dag. Hinvegin havi eg ikki altíð havt tað so. Eg minnist tá
eg var 18, at eg kjakaðist við nakrar vinkonur um fosturtøku. Tá segði eg, at
um eg bleiv uppá vegin tá, so hevði eg valt fosturtøku, um eg kundi. Ringt at
samanbera meg sjálva við tá eg var 18; alt var meira svart/hvítt tá, og eg
hevði sæð dømir um ungar gentur, sum blivu við barn, og óynskt børn við ringum
mammum. Eg vildi simpulthen ikki í ta støðuna sjálv.

Hetta er eitt trupult evni, og tað hevur øgiligar avleiðingar fyri kvinnur í
Føroyum, báar vegir. Eg vildi so ynskt at fólk góvust við sínum fordømandi
fjasi, og reint faktiskt komu við onkrum konstruktivum, sum kann hjálpa okkum
øllum at einast um hvat er rættast at gera.

Uppskot:

> 1. Finn fram umfatandi hagtøl yvir orsøkir til fosturtøku í okkara
grannalondum (tey í Føroyum eru ikki umboðandi fyri veruligu støðuna, tí
fosturtøka er ikki eitt frítt val her)

>

> 2. Upprætta ætlanir fyri hvussu vit kunnu fyribyrgja, at tær kvinnurnar, sum
oftast velja fosturtøku, koma í ta støðuna av fyrstan tíð.

>

> 3. Set hesar ætlanir í verk. (Eg giti hetta verður ymiskt, so sum upplýsing,
lættari atgongd at angripillarum og tílíkt)

>

> 4. Innfør fría fosturtøku. (Um samfelagsligu trupulleikarnir, sum føra til,
at kvinnur hava fosturtøku fyri neyðini, eru loystir, vera eisini færri
kvinnur, sum ynskja fosturtøku.)

Altso: Um vit vita, hvat høvuðsorsøkirnar til fosturtøku eru, so er væl eisini
nakað konstruktivt vit kunnu gera við tað, ikki so? Og um vit gera hetta, so
er væl ikki neyðugt at banna fosturtøku, tí so eru tað ógvuliga fáar vanligar,
ábyrgdarfullar, at sær komnar kvinnur, sum koma í ta støðuna. Spurningurin er
so um tær kvinnurnar, sum hóast alt hetta megna at blíva við barn uttan at
vilja tað, eru egnaðar at vera mammur...

Hey: Um vit kunnu fáa roykjarar, at gevast at roykja í so stóran mun, sum vit
hava, kunnu vit eisini fáa fólk at dyrka ábyrgdarfult sex, ikki so?

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [09:47](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/fosturtka-er-ikki-mor.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/fosturtka-er-ikki-mor.html
#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=2140304939907475300) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=2140304939907475300&from=pencil)

Merki: [Etikkur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Etikkur),
[Fosturtøka](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Fosturt%C3%B8ka),
[Kvinnur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kvinnur)

## 29.11.08

###  [Ger ímóti næsta tínum...
Vampyrflogmúsin](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/ger-mti-nsta-tnum-
vampyrflogmsin.html)

[![](http://2.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDjOmmFbwI/AAAAAAAAAAM/2-WoDyRi1sQ
/s320/vampire2.jpg)](http://2.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDjOmmFbwI/AAAAAAA
AAAM/2-WoDyRi1sQ/s1600-h/vampire2.jpg)

[__](http://bss.sfsu.edu/geog/bholzman/courses/Fall99Projects/vampire.htm)

[_

_](http://bss.sfsu.edu/geog/bholzman/courses/Fall99Projects/vampire.htm)

[_Desmodus rotundus_](http://bss.sfsu.edu/geog/bholzman/courses/Fall99Projects
/vampire.htm)

Tað munnu vera nógv, sum halda, at bara tankin um eina vampyflogmús erógvuliga
frástoytandi. Og rætt er: Hon drekkur blóð, og er tí at samanberavið
mýggjabitar, iglur og Drakula. Tó so, har er nakað sera áhugavertvið akkurát
tí flogmúsini, sum eg hugsi um. Hetta er tann vanligavampyrflogmúsin, nevnd
_Desmodus rotundus _á latíni.

Vanliga vampýrflogmúsin noyðist at drekka tvær spísiskeiðir av blóði um dagin
fyri at yvirliva, og um hon onki drekkur í 60 tímar, svøltar hon. Hon býr í
holum saman við øðrum flogmúsum sum hon kennir og hevur sosialt samband við.
Her er tað, at tað (fyri meg) áhugaverda kemur fram. Av tí, at tað er
alneyðugt hjá eini vampyrflogmús at eta hvønn dag, so er hon í dýrastu neyð,
um hon ikki finnur nakran mat eina nátt ella tvær. Tíbetur fyri hana, so ber
tað til hjá henni at bidda um mat frá einari aðrari flogmús. Vampyrflogmýs eru
nevniliga so, at tær geva burturav síni egnu máltíð, so ongin noyðist at ganga
svang.

Tað eru flogmýs, sum kenna hvørja aðra, og hava eina sosiala samveru, sum
eisini geva hvørjum øðrum at eta. Hetta eru sum oftast hon-flogmýs og nógv av
matingini gongur fyri seg frá mammu til barn. Hetta verður ofta nevnt "kin-
altruism" og sipar til, at dýr gera góð ting fyri onnur dýr, sum tey eru í
familju við, simpulthen tí tey eru í familju. Hinvegin, er tað ikki altíð
ímillum skyldar flogmýs, at matingin gongur fyri seg. Um tvær flogmýs einast
væl, so geva tær eisini hvørjari aðrari at eta. Her er talan um "reciprocal
altruism" sum sipar til góða gamla lærusetningin um at gera við onnur, sum
mann vil hava onnur at gera við seg. Tað vil siga; hesar flogmýsnar vita, at
um onnur er svang, so fer hin at geva henni, og umvent.

Les meira:

[Wilkinson abstract úr
Nature](http://www.nature.com/nature/journal/v308/n5955/abs/308181a0.html)

[Ein grein skrivað av einum næmingi á San Fransisco State University](http://b
ss.sfsu.edu/geog/bholzman/courses/Fall99Projects/vampire.htm)

[Um "reciprocal altruism" á Davidson college](http://www.bio.davidson.edu/peop
le/vecase/Behavior/Spring2002/perry/altruism.html)

[Animal Diversity Web hjá University of Michigan Museum of Zoology](http://ani
maldiversity.ummz.umich.edu/site/accounts/information/Desmodus_rotundus.html)

Forrestin: Er nakar lívfrøðingur har úti, sum kann vísa mær á eina góða keldu
til føroysk lívfrøðiorð? Eg havi Føroya Náttúra, men altruismu fann eg ikki í
henni...

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [11:28](http://asajoh.blogspot.com/2008/11
/ger-mti-nsta-tnum-vampyrflogmsin.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/ger-mti-nsta-tnum-
vampyrflogmsin.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=3890358594138223603) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=3890358594138223603&from=pencil)

Merki: [Altruisma](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Altruisma),
[Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Flogmýs](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Flogm%C3%BDs)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-01-25T19:11:00%2B05:00&max-results=7&reverse-paginate=true)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)
      * [Yrkingar hjá Digital Cuttlefish komnar út á bók!](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/yrkingar-hj-digital-cuttlefish-komnar-t.html)
      * [Aral Sjógvurin](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/aral-sjgvurin.html)
      * [Matriarkalskt samfelag: Prikkuta hyenan](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/matriarkalskt-samfelag-prikkuta-hyenan.html)
      * [Talufrælsi, Dimma og Politikkarar](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/talufrlsi-dimma-og-politikkarar.html)
      * [Klókar krákur](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/klkar-krkur.html)
      * [Er gudloysi betur?](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/er-gudloysi-betur.html)
      * [Veggir, sum ikki eru har. Sera Harry Potterskt.](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/veggir-sum-ikki-eru-har-sera-harry.html)
      * [Palin vinnur "Rubber Dodo"](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/palin-vinnur-rubber-dodo.html)
      * [Millum annað góð mamma: Tvístertan](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/millum-anna-g-mamma-tvstertan.html)
      * [Góður pápi: Kombikk](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/gur-ppi-kombikk.html)
      * [LHC (Large Hadron Collider)](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/lhc-large-hadron-collider.html)
      * [Fosturtøka er IKKI morð!!!!!](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/fosturtka-er-ikki-mor.html)
      * [Ger ímóti næsta tínum... Vampyrflogmúsin](http://asajoh.blogspot.com/2008/11/ger-mti-nsta-tnum-vampyrflogmsin.html)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[10:05]: 2008-11-30T10:05:00+05:00
  *[10:19]: 2008-11-30T10:19:00+05:00
  *[10:15]: 2008-11-30T10:15:00+05:00
  *[10:17]: 2008-11-30T10:17:00+05:00
  *[10:16]: 2008-11-30T10:16:00+05:00
  *[10:03]: 2008-11-30T10:03:00+05:00
  *[10:13]: 2008-11-30T10:13:00+05:00
  *[10:01]: 2008-11-30T10:01:00+05:00
  *[09:54]: 2008-11-30T09:54:00+05:00
  *[09:52]: 2008-11-30T09:52:00+05:00
  *[09:47]: 2008-11-30T09:47:00+05:00
  *[11:28]: 2008-11-29T11:28:00+05:00
  *[09:58]: 2008-11-30T09:58:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 24.12.08

###  [Gudleys jól!](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/gudleys-jl.html)

> > Nú siti eg her, jólaaftansdag sum øll hini keðiligu fólkini, sum ikki hava
nakað lív og spilli mína tíð á netinum.

Eg havi í allan desembur mánað, novembur og eisini nakað av oktobur lisið um
["kríggið um jólini"](http://en.wikipedia.org/wiki/Christmas_controversy)
yviri í USA. Summir amerikanarar eru altso eitt sindur meira enn løgnir. Teir
halda tað, at gudloysingar ikki kunnu halda jól, og teir fáa ilt í reyvina av,
at ein gudloysingur sigur "happy holidays" í staðin fyri "Merry Christmas".
Hjá teimum sipar jólaheilsanin jú beinleiðis til kristnu bakgrundina, og tey
hava jú so nógv fólk har yviri, sum ikki eru kristin (muslimar, jødar,
heidningar osfr). Tí eru handlar og nógv fólk soleiðis generelt farin at siga
"happy holidays", og sipa tá til hesar ymisku hátíðirnar, sum tey ymisku
fólkini hava um veturin. Nærum allir átrúnaðir hava eina hátíð á miðjum vetri,
og hetta er sjálvasagt tí at tá tað er myrkast og kaldast, hjálpir tað so væl
at minnast, at tað skjótt fer at blíva ljóst aftur. Sum onkur segði[ "Axial
tilt, is the reason for the season".](http://skepticsplay.blogspot.com/2007/12
/axial-tilt-reason-for-season.html)

Nå, men aftur til kríggið um jólini. Hetta eru serliga fanatisk kristin har
yviri, sum hava avgjørt, at gudloysingar eru í ferð við at oyðileggja jólini
við at skúgva kristna boðskapin til viks, og heldur fokusera uppá materiellu
virðini. Nógvir gudloysingar hava tíbetur [víst hesum fjasinum
aftur](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/2007/12/atheist-chistmas.html)
við at vísa á hvussu teir halda jól, og hvussu hetta á ongan hátt oyðileggur
jólini. Tað er faktiskt so, at gudloysingarnir uppá ongan hátt hava tikið lut
í krígnum, og hava sum so bara gjørt tað teir altíð hava gjørt og lati hesi
fanatisku kristnu um at rópa og geyla í frið og náðum. Sjálvt "militant
atheist", PZ Myers heldur at kríggið um jólini er ein joke, og hevur onki
ímóti at siga "Merry Christmas", men hann boðar eisini glaður og fróður frá at
gudloysingarnir [hava vunnið](http://scienceblogs.com/pharyngula/2008/11/oy_it
s_war_on_christmas_time_a.php), hehe.

Til allar seinast, nú eg havi gjørt mær so stóran ómak at spilla
amerikanararnar út, so vil eg líka vísa á eina keldu her úr Føroyum, sum
eisini heldur seg skula kríggjast um jólini. Og enn einaferð er tað ein
kristin trúgvandi, [sum ikki vil hava gudloysingarnar uppí
part:](http://www.kirkja.org/forum.aspx?did=326)

> Eg veit ikki um tit skilja hetta. men eg vildi hildið, at finnist ein sannur
ateistur, so heldur hann avgjørt ikki jól, líka lítið sum eg kundi funnið uppá
at farið pílagrímsferð til Mekka í hesum døgum.

> -John

Eg havi onki at siga til hansara meining um hvat ateistar skulu og ikki á
jólum, tí hann kann halda hvat hann vil. Nú fari eg at pynta jólatræð, so fari
eg at drekka meira kaffi og hugna mær saman við familjuni. Aftaná tað fara vit
at pakka gávur út, og so fara vit at eta gás. Kanska onkur ferð í kirkju, og
um tað ikki var tí eg var so dovin, so fór eg kanska við. Hugnaligt at hoyra
smábørnini syngja jólasangir í kirkjuni. Hinvegin er tað jú onkur sum skal
leggja gávurnar undir træðið, hava eyguni við sósini og annars gera klárt til
alt jólahalløjið. Tað kann eg so passaligt gera, tá eg nú ikki fari oman at
sova til jólaprædikuna í kirkjuni meðan eg bíði eftir at børnini fara at
syngja.

Gleðilig jól!

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [16:22](http://asajoh.blogspot.com/2008/12
/gudleys-jl.html) [1 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/gudleys-
jl.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=6549990144014925686) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=6549990144014925686&from=pencil)

Merki: [Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi),
[Jól](http://asajoh.blogspot.com/search/label/J%C3%B3l)

## 9.12.08

###  [Jumping spiders (Salticidae)](http://asajoh.blogspot.com/2008/12
/jumping-spiders-salticidae.html)

Dámar tær mín eiturkopp? Hasin sat á buksunum tann eina morgunin, so eg
skundaði mær at taka eina(r 40) mynd(ir). Hann er pikka evarska lítil, minni
enn ein ertur. Hann situr á mínum fløyalsbuksum, við rættiliga smáðum "banum"
á myndini í bannaranum, um tað hjálpir tær at ímynda tær hvussu lítil hann er.
Sum enska navnið avslørar, so hoppar hesin eiturkoppur. Tað, sum fangaði mín
áhuga, var at ikki bara hoppar hann, hann hoppar øgiliga langt. Í minsta lagið
20cm vildi eg mett hann hoppaði, og tað er bara tað eg havi sæð hann hoppað.
Hvat hann kann, veit eg ikki, tí eg havi ikki peiling av hvat fyri art hann
er. Um har er nakar araknofilur har úti, sum veit eitt sindur um "jumping
spiders" (hava teir eitt føroyskt heiti?) so sig endiliga frá.

Her kemur ein mynd afturat av honum:

![](http://2.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/ST6F4Q4sXnI/AAAAAAAAACI/kf2n3_pYAA0/
s320/tiny+spider.JPG)

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [19:11](http://asajoh.blogspot.com/2008/12
/jumping-spiders-salticidae.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/jumping-spiders-
salticidae.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=43908475472517854) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=43908475472517854&from=pencil)

Merki: [Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Eiturkoppar](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Eiturkoppar),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

## 1.12.08

###  [Farvæl til grindina?](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/farvl-til-
grindina.html)

Fyri stuttum fingu vit frárátt at eta grind, tí hon er so dálka. Fyri meg ger
tað ikki tann stóra munin, tí mær dámar ikki serliga væl grind ella spik, men
eg veit at fyri fleiri er tað sera syrgiligt.

Í útlondunum, har nógvir felagsskapir so sum Sea Shepherd húsast, gleðast tey
í hesum døgum, tí nú fara vit nokk at gevast at drepa grind. Eg haldi tað er
syrgiligt at hesi fólkini frøðast um at høvini eru so dálkað, at vit ikki
kunnu eta tað, sum býr í teimum. Vildi ynskt at tey heldur enn at hugsa um
neyðars 1000 hval um árið (og ongin í ár), fóru at hugsa eitt sindur meira um
hvussu vit menniskju fara við umhvørvinum. Ikki tí, eg haldi føroyingar hava
sín part av skyldini, men handan skaðafrøðin býur mær veruliga ímóti.

So er spurningurin. Fara vit at gevast at drepa grind? Og um so, hví?
Hvalofilarnir vilja nokk taka æruna av tí, og siga at vit endiliga geva eftir
fyri pressinum. Antin tað, ella frøðast tey um dálkingina. Í Føroyum man
støðan vera eitt sindur annarleiðis. Eg fái ta fatan, at fólk flest hugsa mest
um syrgiligu dálkingina og at tað er skaðiligt at eta hval í stórum nøgdum,
enn tey hugsa um Sea Shepherd og kompaní. Veit ikki hvussu nógvur hvalur
verður dripin framyvir, men onkur grindin man fara at leggja beinini, um tað
ikki verður beinleiðis bannað. Kanska áhugin fer at minka so hvørt, so vit eru
givin um nøkur ár uttan mun til trýst utannífrá.

So hoyrdi eg eina fyri meg enn verri ræðusøgu. Havhesturin verður næst! Um har
er ein føroyskur biti eg helst ikki vil vera fyri uttan, og sum eg gleði meg
til at sleppa at eta hvørja ferð eg komi heim at ferðast, so er tað havhestur.
Tað er ein tragedia, um vit eisini fáa frárátt at eta hesar. Eg skal ikki siga
at eg fari at gevast at eta havhest, bara tí tað verður frárátt, men tað tekur
altso nakað av gleðini burtur at vita, at hann er so illa dálkaður. Vónandi
sleppa vit at eta ungarnar í frið. (Eg baseri hetta á eina vón um at tað eru
teir gomlu, sum eru mest dálkaðir av tí at teir hava havt longri tíð til at
samla uppá tey skaðiligu evnini).

Við sorg,

Ása

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [12:07](http://asajoh.blogspot.com/2008/12
/farvl-til-grindina.html) [2 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2008/12
/farvl-til-grindina.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=2494586718951264414) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=2494586718951264414&from=pencil)

Merki: [Matur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Matur),
[Menniskju](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Menniskju),
[Umhvørvið](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Umhv%C3%B8rvi%C3%B0)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-02-13T10:58:00%2B05:00&max-results=7&reverse-paginate=true) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2008-12-01T12:07:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
      * [Gudleys jól!](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/gudleys-jl.html)
      * [Jumping spiders (Salticidae)](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/jumping-spiders-salticidae.html)
      * [Farvæl til grindina?](http://asajoh.blogspot.com/2008/12/farvl-til-grindina.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[16:22]: 2008-12-24T16:22:00+05:00
  *[19:11]: 2008-12-09T19:11:00+05:00
  *[12:07]: 2008-12-01T12:07:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 25.1.09

###  [Feminisma?](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/feminisma.html)

Tað er øgiligt sum fólk ofta duga at skjóta seg sjálvi í fótin, og tað er tað
er haldi feministarnir hava gjørt í seinastuni.

Onkur gjørdi meg sum ikki einaferð varuga við hvussu feministar uppføra seg
sum um tær hata mannfólk. Hetta haldi eg er púra absurd tí hvussu kanst tú
hata helvtina av øllum fólkunum í heiminum? Eg kann ikki fyristilla mær annað
enn at tað er eitt fátal av feministum, sum veruliga hata menn, og at nógvar
av teimum sum uppføra seg sum tær gera tað, í veruleikanum hava ein hund
grivnan onkra heilt aðra staðni.

So hesin posturin er til tykkum mannfólk har úti, sum halda at allir
feministar per definitión hata mannfólk.

Fyri meg byrjaði feminisman sum ein alneyðug rørsla sum samlaði kvinnur um
sakina at fáa somu lógarfestu rættindi sum menn. Tað hava vit nú, og summi
vilja kanska vera við at vit eru við at detta í hina grøvina. Tað kann so
diskuterast, og er ikki nakað eg tími at brúka hendan postin til at tosa um.
Eg vil heldur tosa um hvat feminisma er blivin til síðan vit fingu hesi ymisku
rættindi, sum vit ikki høvdu fyrr. Tær flestu av okkum feministum hava nú nóg
mikið við at rópa upp og skelda, um vit fáa eygað á órættvísi, sum enn gongur
fyri seg (ólíka løn fyri líka arbeiði, til dømis) og annars uppføra okkum sum
vit eru líkar hjá monnum (hvat vit jú eru). So er tann søgan eisini liðug. Eg
gangi virkuliga ikki runt og skeldi mannfólk út í tí dagliga ella gremji meg
um at eg veri niðurtraðkað ella hvat tað er. Tað behøvist eg jú ikki, tí tann
tíðin er av.

MEN, so er tað summar, sum opinbart ikki hava uppdagað at vit ikki longur
noyðast at ganga runt og berjast fyri okkara rættindum og síggja menn sum tann
stóra fíggindan. Eg veit ikki um tær hava okkurt kompleks ella hvat, men tær
hava eftir øllum at døma ikki uppdagað, at stríðið er av. Ongir menn ganga og
nokta okkum at gera tað vit hava hug til. Vit kunnu rotta okkum saman og bara
velja kvinnur á ting, og soleiðis nærmast taka valdið í einum landi. Har er
veruliga onki at fara eftir, uttan eitt. Men tað er eitt stórt ting:

Konufólk eru so forbannað raskar at rakka niður uppá hvørja aðra. Vit unna
ikki hvørjum øðrum karrierur, góða løn osfr, so vit blíva súrar og bitrar yvir
at aðrar klára seg væl. So byrja vit at beskylda tær fyri at vera vánaligar
mammur, ella kaldir fiskar um tær ikki vilja hava børn, og karrierukvinnan
blívir ímyndin av tað ringasta ein kvinna kann vera. Hvussu í h*lviti skulu
vit so vænta at samfelagið sum heild (tvs menn íroknað) tímir at respektera
karrierukvinnuna? Eg haldi tað er uppá tíðina at feministar alla staðni taka
seg saman og ásanna at teirra størsta forðing er tær sjálvar. Vit hava vald,
vit hava útbúgving, vit kunnu alt. So hví f*nin ganga vit so runt og gremja
okkum um hvussu vemmiligir menn eru? Og hví í allari víðastu verð ganga vit og
rakka niður uppá hvørja aðra og harvið gera tað legitimt at hugsa so um
konufólk hvørt tú ert maður ella kvinna?

Sorry menn. Tit hava ikki fortjent at konufólk ganga runt og uppføra seg sum
offur av tykkara maktsjúku. Tað er eitt fátal av monnum (men ikki so øgiliga
fáir innan ávís trúðarsamfeløg í FO), sum reint faktiskt royna at standa í
vegin fyri kvinnum. Vit duga bara so ekstremt væl at standa í vegin fyri okkum
sjálvum (kanska eisini serliga tær sum liva innan ávís trúðarsamfeløg í FO).

Vil fegin enda við at siga at eg haldi onki ringt um tykkum menn, men
feministur eri eg. Har er bara munur á at vera ein feministur, sum roynir at
halda fast við hesa relativt nýggju janvstøðu vit hava fingið og einum
feministi sum, óvist hví, hatar menn.

So kvinnur: Takið tykkum saman! Eg tími ikki at hoyra menn spilla feministar
út, tí summar av tykkum uppføra tykkum sum neyt.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[19:11](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/feminisma.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/feminisma.html#comment-form)
[ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=5077426266276273752) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=5077426266276273752&from=pencil)

Merki: [Feminisma](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Feminisma),
[Menniskju](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Menniskju)

## 24.1.09

###  [New Scientist heldur at Darwin fór skeivur -
opinbart](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/new-scientist-heldur-at-darwin-
fr.html)

Mangt skal mann hoyra áðrenn av dettur oyrað. Tað má eg siga. Eg haldi tað er
heilt ekstremt ansvarsleyst av einum blað sum New Scientist at plástra "Darwin
was wrong" út um alla forsíðuna. Vilja tey hava kreationistarnar at klappa í
sínar smáu hendur? Virkuliga idiotiskt av hasum blaðnum, og tey kalla seg "New
Scientist", so mann skuldi trúð at tey vóru áhugað í at skriva um hvussu
vísindi virka. Men opinbart ikki, tí
[greinin](http://www.newscientist.com/article/mg20126921.600-why-darwin-was-
wrong-about-the-tree-of-life.html) sum forsíðan sipar til, er sensasjonelt
fjas úr enda í annan.

Her er hvat greinin sigur:

  * Darwin segði at alt lív á jørðini passaði í eitt træð við einum felags forfedra. Hendan myndin av einum træði er tað sum taksonomar hava brúkt í langa tíð til at finna útav hvussu ymisk djór og ymiskar plantur eru í familju. Tað er eitt familjutræð.
  * Darwin fór skeivur, tí træðið er meira eitt net enn eitt træð.  

Tað passar at Darwin segði alt lív á jørðini passaði í eitt familjutræð, men
hann visti ikki nakað sum helst um DNA, og hevði ikki nakran sum helst kjans
at finna útav hvussu bakteriur og aðrar einkyknaðar verður vóru í familju.
Hansara familjutræð var baserað á djóralív, sum er lætt at síggja og kenna mun
á. Í so máta hevði hann rætt við nøkrum undantøkum, har tvær artir eru farnar
saman í hybrid artir (tvs, tvær greinar á træðnum vuksu saman). Har ber tó til
at argumentera at einasta orsøk til at tað bar til at faa eina hybrid art, var
tí at artinar enn ikki ordiliga vóru blivnar til tvær. Har eru tó tvey heilt
serligt undantøk, sum veruliga eru verd at kanna nærri, sum eru summir
[krossfiskar](http://en.wikipedia.org/wiki/Starfish) (og møguliga onnur djór,
sum nørðast við at gýta út í opið hav) sum hava tvær púra serskildar fasur
(larva og vaksi dýr - there is your croco-duck, creotards), sum møguliga er tí
at har eru tvey djór í einum (tvs tvey sett av DNA) og
[tunikatar](http://en.wikipedia.org/wiki/Tunicate) sum genetiskt virka at hava
tvær serskildar bakgrundir. Sera áhugavert, men tað tekur onki burtur frá
generella tankanum um at vit passa á eitt familjutræð, tað ger tað bara eitt
sindur meira avanserað enn sum so.

Av tí at har eru undantøk, og at smáðu einkyknaðu verðurnar duga so væl at
spjaða og stjala sítt DNA uppá aðrar mátar enn ígjøgnum arv (sum er ein neyðug
fyritreyt fyri familjutræðnum, um DNA kann flyta seg uppá tvørs og ikki bara
niðureftir ella uppeftir - tað kemur eitt sindur ann uppá hvussu træðið
vendir- so smelta greinar saman og gera eitt netverk), so heldur New Scientist
at tey kunnu siga at Darwin fór skeivur. Ja, Darwin fór skeivur á mongum
økjum, ikki so løgið tá mann hugsar um at hann onki visti um DNA, men at fara
har frá til at siga við stórari yvirskrift "Darwin was wrong" er altso bara
for idiotiskt. Hann fór ikki skeivur vv náttúrligari úrveljing. Hann fór ikki
skeivur, tá hann segði vit øll eru í familju. Tað eru detaljur hann ikki hevði
heilt rætt í, og har er ongin sensasjón í tí. Eg helt krossfiskarnar í
greinini vera áhugaverdar, men her í verðini um eg dugi at síggja nakað í
hasari greinini, sum er ein stór sensasjón. Ikki petti.

Dumma New Scientist.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [18:07](http://asajoh.blogspot.com/2009/01
/new-scientist-heldur-at-darwin-fr.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/new-scientist-heldur-at-
darwin-fr.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=1159976753035973674) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=1159976753035973674&from=pencil)

Merki: [Darwin](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Darwin),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

## 16.1.09

###  [Hurrá fyri "The Kennel Club"!!](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/hurr-
fyri-kennel-club.html)

Eg helt aldrin at hasi orð fóru at koma um mínar varrar (og ikki minst niður í
skrift). Men nú hevur The Kennel Club (bretska HUFF) gjørt av at reglugera
ímóti hundum, sum hava ringa heilsu vegna sína útsjónd. Til dømis merkir tað
at enski bulldoggurin ikki longur kemur at vera so avskeplaður, yay! Hetta eru
sanniliga gleðilig tíðindi.

[Hendan greinin](http://www.thekennelclub.org.uk/item/2223) lýsir nærri hvat
og hvussu. Eg seti so stóran prís uppá at tað er júst The Kennel Club, sum til
dømis stendur fyri stóra hundashowinum "Crufts", sum kemur við hesum
útspælinum. Tað hevur harmað meg í langa tíð at síggja hundar, sum heilt
opinlýst líða undir forfeingiligheitini hjá sinum eigarum, fáa fyrstu premiu í
hundashowum, simpulthen tí onkur idiotur hevur avgjørt at hundurin "eigur" at
síggja soleiðis út. Vónandi verður henda nýggja reglugerð at síggja aftur í
Crufts í mars.

Nakrar broytingar eg havi longst leingi eftir:

  * Forbronglaðu høvdini á bulldoggum, fronskum bulldoggum, moppum við meira sleppa ikki longur at vera heilt líka ekstrem.
  * Eyguni á nærum júst teimum somu sum í undanfarna punkti sleppa ikki at vera ekstremt stór og útstandandi.
  * Ullin á summum rasum við nógvari ull sleppur ikki longur at vera til hindurs fyri rørslu og heilsu á hundinum, og hon skal heldur ikki forða einum hundi í at síggja.
  * Chihuahua skal nú ikki longur vera so lítil sum gjørligt 1,8 til 2,7 kilo vera fyritrekt og minni hundurin skal ikki (neyðturviliga) vinna um tveir hundar annars er ógvuliga líkir í eini kapping.
  * Sjefarin, bulldoggurin, gravhundurin, basset hundurin og aðrir fáa nú meira spesifikkar reglur fyri beinlongdir og proportiónir fyri at syrgja fyri at teir fáa flutt seg ordiligt.
Har var ymiskt annað og hóast tað mesta er alla æru vert, so haldi eg tað
omanfyri umfatar tey mest týdningarmiklu tingini. Nógvar av broytingunum eru
tó nakað bleytar í tí. Tær loyva alarum og dómarum at tulka nakað eftir vild,
men ikki heilt so nógv sum áðrenn. Í tí minsta so leggja broyttu
rasustandardinir ikki upp til ein direkta ósunnan hund í heilt sama grad sum
fyrr.

Nú verður spennandi at vita um BBC fer at vísa Crufts hóast alt, sum
traditiónin hevur verið í nógv ár. Tey søgdu nemliga fyri stuttum at tey ikki
vildu vísa Crufts, tí tey hildu tað promoveraði djórapínslu (Go BBC! Enn eru
knotur í tykkum!).

Um eg ráddi vóru broytingarnar nógv meira umfatandi, men hatta er so ein
byrjan. [The
Times](http://www.timesonline.co.uk/tol/news/uk/article5512620.ece) siterar
formannin í British Bulldog Breed Council, Robin Searle fyri at siga:

"What you'll get is a completely different dog, not a British bulldog"

Áh so? Ja lat okkum síggja tvær myndir av bulldoggum nú og fyrr meðni:

Soleiðis sær ein modernaður bulldog út:

![](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/SXBnG-
DDp4I/AAAAAAAAACw/0_1XgsysO2c/s200/Champion_English_Bulldog_Cheerio_1.jpg)

Og soleiðis sóu upprunaligu bulldoggarnir út:

![](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/SXBlTNRWebI/AAAAAAAAACg/yPsz-
3D7RsU/s200/old_pic.jpg)

Eg síggi nokkso stóran mun...

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [14:23](http://asajoh.blogspot.com/2009/01
/hurr-fyri-kennel-club.html) [2
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/hurr-fyri-kennel-club.html
#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=5448717684291062354) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=5448717684291062354&from=pencil)

Merki: [Djóravælferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Dj%C3%B3rav%C3%A
6lfer%C3%B0), [Hundar](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Hundar)

###  [Lív á Mars?](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/lv-mars.html)

[![](http://www.newscientist.com/data/images/ns/cms/dn16429/dn16429-1_300.jpg)
](http://www.newscientist.com/data/images/ns/cms/dn16429/dn16429-1_300.jpg)

Yvirflatan á Mars. Myndin er frá NASA

Tey siga seg hava funnið ábendingar um lív á Mars - kanska.

[Hendan greinin](http://www.newscientist.com/article/dn16429-martian-methane-
traced-to-three-hotspots.html) hjá New Scientist hevur ein góðan samandrátt av
tí vit vita um tað í løtuni. Ábendingin til lív er metan gass, men hóast metan
gass á jørðini næstan bara er lívrunnið, so kann tað eisini koma av
jarðfrøðiligum ávum. Tí er hetta ikki nakað 100% prógv, men spennandi verður
tað tó at vita hvar gassið kemur frá.

Kommentarir inni á
[Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/2009/01/life_on_mars.php)
innihalda gitingar um hvussu ID fólk og ungjørðskreationistar fara at takla
støðuna, um lív veruliga er til á Mars. Hvat merkir tað fyri teirra útlegging
av hvussu heimurin var til? Sera undirhaldandi.

Hetta eru nú ikki spildur nýgg tíðindi. [Nature
News](http://www.nature.com/news/index.html) skrivaðu um gassið í oktobur (men
tá fekk eg tað ikki við, opinbart).

[Her](http://blogs.discovermagazine.com/loom/2009/01/15/live-blogging-the-
mars-methane-mystery-aliens-at-last/) ber eisini til at lesa meira um
Marsgassið. Væl gagnist :)

*bíðar spent*

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [13:08](http://asajoh.blogspot.com/2009/01
/lv-mars.html) [0 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/lv-
mars.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=6541783220802768588) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=6541783220802768588&from=pencil)

Merki: [Rúmdin](http://asajoh.blogspot.com/search/label/R%C3%BAmdin),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

## 10.1.09

###  [Houbara bustard (Chlamydotis
macqueenii)](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/houbara-bustard-chlamydotis-
macqueenii.html)

So stórur sum mín áhugi fyri djóraatferð er, so er tað løgið at eg ikki havi
skrivað nakað um djórið sum eg arbeiði við. Tað má eg heldur gera nakað við.
Tí verður hesin postur um Houbara bustardar, fuglaslagið sum Sheik Muhammed av
Dubai er villigur til at brúka eina formugu uppá.

Ongar góðar myndir finnast á internetinum av hesum fugli, so tað er gott eg
havi tikið nakrar sjálv ;) Tíverri kann eg bara posta tær her í lítlari stødd,
tí eg eigi ikki rættindini til myndirnar. Tey eigur sheikurin. Myndir finnast
á internetinum av hinum slagnum av houbara, sum líkist nógv okkara:

Tvey sløg av Houbara

Tað finnast tvey sløg av houbarum, Macqueen's Bustard (okkara Houbara) og
Houbara Bustard (Chlamydotis undulata). Okkara plagdi at vera ein undirart,
men er nú góðtikin sum sín egna art. Fuglarnir hoyra til bustard (Otididae)
familjuna og helst er hetta orsøkin til at okkara houbara enn eitur bustard
men ikki longur houbara. Hetta er nokkso stuttligt, tí houbara er navnið
arabarar brúka um bustardar og okkara houbara flýgur millum annað til Arabisku
hálvoyggina um veturin. Hin houbara bustard býr í norður Afrika og ein
undirart heldur til á Kanarisku oyggjunum. Líkamikið við nøvnum. Av tí at
arabarar stýra showinum her, so kalla vit fuglin fyri houbara. Tað er eisini
lættari at siga enn Macqueen's.

Intro og føði

Houbarar (okkara, ikki teir afrikansku) eru flytifuglar nakað minni enn
kalkunir. Teimum dáma víðar fløtur við lítlum plantuvøkstri. Teir vilja sleppa
at síggja langt, og eru so mikið væl kamufleraðir, at teimum nýtist ikki nakað
serligt skjól at krógva seg í. Houbarar eru altetandi, men fyritrekkja
insektir so sum meyrur og klukkur. Teir eta so at siga allan plantuvøkstur
(bløð, fræð, urtir og gras), men av tí at teir búgva í oyðimerkrum er teirra
plantuføði nakað avmarkað. Houbarar kunnu eisini finna uppá at eta smá fýrbein
og slangur. Í fangaskapi dámar teimum væl at eta músaungar, men í náttúruni
hevði hetta ikki verið vanligur kostur hjá teimum.

Flytifuglur

Teir flyta langt, heilt úr Miðeystri og upp í Mongoliið. Summir reiðrast her í
Usbekistan, Summir í Kasakstan og aðrastaðni her um leiðir. Um veturin fara
teir suðureftir, summir ikki longur enn til Afganistan og Turkmenistan meðan
aðrir fara til Iran, Irak, Saudi Arabia og har um leiðir. Tó so, vit hava
houbarar her um veturin. Ilt er at siga um hetta eru fuglar sum eru komnir úr
Kasakstan ella onkra aðrastaðni norðanfyri, ella um hetta eru støðufastir
fuglar. Vit ætla okkum at seta sendarar á okkara egnu fuglar og vónandi eisini
onkran av teimum vit síggja her um veturin, so vit kunnu síggja meira neyvt
hvussu teir flyta.

Nørðing

Houbarar fara ikki í fast parlag, men steggjarnir finnast ofta í "bólkum" av
3-5 har hvør steggi velur sær ein heygg ella okkurt og so standa teir og dansa
fyri bøgunum um 200 metrar frá hvørjum øðrum. Hvussu hetta system fungerar, er
ikki so væl kannað, men bøgurnar velja sær ein makað, óvist eftir hvørjari
strategi og fara síðani avstað at reiðrast onkra aðrastaðni.

Houbarar verpa sum oftast 4 egg og 3 tá teir verpa uppaftur. Reiðri líkist
einum tjaldursreiðri og tað gera eggini eisini hóast tey eru nakað størri og
ofta meira brúnlig í forhold til tjaldursegg. Bøgan verpur eitt egg annan
hvønn dag til reiðrið er fult og tað tekur 22 dagar at klekja eggini. Meðan
bøgan bølir er hon ring at síggja, og liggur púra kvirr. Hon fer av reiðrinum
um hon heldur at ein fíggindi fer at síggja hana og rennir avstað meðan hon
roynir at halda seg so tætt niður at jørðini sum gjørligt. Hon fer bara á flog
um vandin er ógvuliga stórur (til dømis um hon er við at vera yvirkoyrd).

Ungarnir koma vanliga úr egginum sama dag, møguliga við einum unga dagin eftir
hinar 3. Teir eru kvikir úr reiðrinum og renna við fullari ferð hvør í sína
ætt, tá vandi er á ferð og krógva seg undir ella við onkra plantu ella túgvu.
Bøgan gevur ungunum at eta ta fyrstu tíðina, men teir byrja skjótt at pikka
sjálvir eisini.

Fíggindar

Stórsti fíggindin hjá houbarum (burtursæð frá menniskjum) eru stórir
rovfuglar, so teir halda seg mest gjørligt niðri á jørðini har tað er ringt
hjá rovfuglum at síggja og fanga teir. Á flogi er houbarin klossutur og hevur
ikki serliga høga ferð. Á jørðini rennur hann skjótt og er nærum ógjørligur at
síggja.

[Wikipedia grein um Houbara Bustard (Chlamydotis
undulata)](http://en.wikipedia.org/wiki/Houbara_bustard)

(Myndin har líkist ógvuliga nógv okkara houbarum, men greinin um Macqueens er
ikki verd at lesa. Má eg heldur fara at gera okkurt við, hehe)

[Arkive um undulata](http://www.arkive.org/houbara-bustard/chlamydotis-
undulata/info.html) (Har eru onkrir feilir, og ymiskt sum skal uppdaterast,
men tað er ikki heilt av leið. Har eru eisini fleiri myndir av "hinum" slagnum
av houbara. Ongin grein er til um Macqueens á Arkive)

[Um undulata á heimasíðuni hjá størstu houbara alistøð í heiminum, sum liggur
í Marokko.](http://www.houbara.com/en/houbara) (Eisini her trongir til onkra
uppdatering. Serliga at Macqueens altso ikki longur verður rokna sum ein
undirart. Har er tó nógv áhugavert at lesa og síggja har inni).

EDIT: Eg havi tíverri slettað myndirnar, sum vóru í hesum posti, tí tær blivu
ov populerar á google image search. So leingi tær lógu á síðu 30 í image
search gjørdi tað ikki so nógv, men at onnur er fimta mynd á leitingini, er
ikki so gott tí eg eigi ikki copyright til tær. Um tú vilt hava myndir at
koyra í eina uppgávu ella whatever, so skriva bara til mín, ella googla
"Chlamydotis macqueenii" á image search. Har eru nógvar myndir nú.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:40](http://asajoh.blogspot.com/2009/01
/houbara-bustard-chlamydotis-macqueenii.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/houbara-bustard-chlamydotis-
macqueenii.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=4103041249111184050) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=4103041249111184050&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Houbara](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Houbara),
[Usbekistan](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Usbekistan)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-07-02T13:14:00%2B05:00&max-results=7&reverse-paginate=true) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-01-10T10:40:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
      * [Feminisma?](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/feminisma.html)
      * [New Scientist heldur at Darwin fór skeivur - opinb...](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/new-scientist-heldur-at-darwin-fr.html)
      * [Hurrá fyri "The Kennel Club"!!](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/hurr-fyri-kennel-club.html)
      * [Lív á Mars?](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/lv-mars.html)
      * [Houbara bustard (Chlamydotis macqueenii)](http://asajoh.blogspot.com/2009/01/houbara-bustard-chlamydotis-macqueenii.html)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[18:07]: 2009-01-24T18:07:00+05:00
  *[14:23]: 2009-01-16T14:23:00+05:00
  *[19:11]: 2009-01-25T19:11:00+05:00
  *[10:40]: 2009-01-10T10:40:00+05:00
  *[13:08]: 2009-01-16T13:08:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 25.2.09

###  [Missa trúnna?](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/missa-trunna.html)

Inni á heimasíðuni hjá [Dialogos](http://www.dialogos.fo/) (sum eg havi
ignorerað alt ov leingi) spyr Sjúrður Hammer [hvussu tað ber til at fólk missa
trúnna](http://www.dialogos.fo/?p=490), og hansara niðurstøða er at hetta ofta
kemur av skeivari upplæring í trúnni av fyrstan tíð. Út frá heimasíðuni hjá
[Richard Dawkins](http://richarddawkins.net/), har fólk kunnu skriva um [hví
tey mistu trúnna](http://richarddawkins.net/convertsCorner), sær tað út til at
fólk mistu trúnna tí tey funnu útav, at søgur so sum skapanarsøgan ómøguliga
kunnu vera vísindaliga sannar. Hetta botnar ivaleyst í einari ov
bókstavatrúgvari tulking av bíbliuni, har veruleikin, sum vit kenna hann,
verður avvístur.

Sæð frá sjónarhorninum hjá Sjúrði og ivaleyst Arna, er hetta rættiliga
keðiligt. Teir vilja jú helst ikki at fólk missa trúnna. Tað kann eg sum so
vera líkaglað við. Men har er ein orsøk til at eg fegin vil stuðla tí, sum
Sjúrður og Arni gera. Vit skylda okkara børnum og ungu at fortelja teimum
hvussu verðin veruliga hongur saman. Tað er skeivt at fortelja teimum ævintýr
sum um tað var tann ediliga sannheit.

Um Dawkins fær fólk at missa trúnna við sínum bókum har hann vísir á hvussu
djór eru ment uttan nakra uppíblanding frá einum gudi, so er tað tí at hesi
fólk hildu at ein gudur mátti blanda seg uppí fyri at menning kundi hent, ella
enntá at ongin menning er hend. Hesi fólk hava fingið skeivar upplýsingar, og
onkur hevur antin tilvitað ella ótilvitað logið fyri teimum.

Eg skal ikki gera Dawkins til eina minni ávirkan fyri meg enn hann hevur
verið. Hansara bøkur um menning vóru og eru ein stór inspiratión, og eg havi
honum at takka fyri mín áhuga í atferð, sum hon er tengd at menning. Hansara
øki innan lívfrøði er ivaleyst tað økið eg haldi vera allar mest spennandi.
Harafturat kann eg næstan uppá klokkuslettið (men ikki heilt) fortelja nær eg
gjørdi av at seta spjaldrið "gudloysingur" á meg sjálva. Hetta var eftir at
hava sæð "Root of all evil?" hjá Dawkins. Skal tó líka viðmerkja at eg uppá
ongan máta gekk runt og var trúgvandi áðrenn eg sá sendingina. Eg hevði bara
ein tendens til at balla meg inn í orð sum ivandi, agnostikari og tílíkt
áðrenn tað. So ja, Dawkins hevði stóra ávirkan á meg sum lívfrøðing og sum
gudloysing.

Men, og hetta er eitt stórt men, sum eg haldi Dialogos burdi viðurkent, tí eg
haldi tað er galdandi fyri nógvar gudloysingar. Eg misti ikki trúnna av at
hoyra um hvussu menning hekk saman. Ella av at hoyra um Big Bang, ella av at
lesa ella síggja nakað sum Dawkins skrivaði (ellla nakar annar av hansara
líkum). Mín trúgv var ongantíð serliga sterk, eg kláraði akkurát at yvirbevísa
meg sjálva um at eg vildi konfirmerast, tí eg trúði uppá Guð, men tað var líka
við at eg mest vildi tað tí øll onnur blivu konfirmerað (um tey ikki hoyrdu
til eina fríkirkju). Men hvat veit mann eisini um trúgv tá mann er 14? Eg
haldi tað er tápuligt at krevja av 14 ára gomlum at tey skulu siga nakað sum
helst um sína trúgv, fyri ikki at tosa um yngri børn. Tað, sum gjørdi at eg
gavst at trúgva, var at eg simpulthen ikki fann nakra ábending um nakað
yvirnáttúrligt nakrastaðni. Har var onki eg nakrantíð hevði sæð ella upplivað,
sum ikki kundi forklárast vísindaligt. Eg dugdi simpulthen ikki at finna
nakað, sum uppá nakran máta gav eina ábending um nakran gud. Og tá eg kom fram
til hesa niðurstøðu, so dugdi eg ikki at síggja hví eg skuldi brúka orku uppá
at dyrka henda gud, sum har ongin grund var til at halda, var til.

Eg havi ongan illvilja ímóti kristindómi vegna ringar upplivingar sum barn.
Jona Hendriksen, hatta frálíka menniskja, hevði stórstu kristnu ávirkanina á
meg, fyrst í Várgleði og síðan sum títtlingur (og í minni mun, skóti), og
Bjarni Bech, sum doypti og konfirmeraði meg, er ein persónur eg havi stóra
virðing fyri. Eg sigi hetta fyri at punktera eina aðra grund summi hava hug at
festa á gudloysingar til at teir mistu trúnna. Hetta við at hata Guð ella sína
samkomu ella okkurt, er IKKI ein høvuðsgrund til at fólk missa sína trúgv. Í
hvussu so er ikki um eg spyrji gudloysingar sum eg kenni.

Tað er harmiligt at fólk eru illa upplýst um hvussu verðin hongur saman og
finna sín materialistiska vísdóm í einari 2000 ára gamlari bók fullari í
ævintýrum og líknilsum. Eg leggi onki í um teirra upplýsing fær tey at missa
trúnna, men eg haldi tað er meira gjøgnumgangandi fyri gudloysingar, at tey
simpulthen ikki finna nakra sum helst ábending um at gudar eru til, heldur enn
at tey missa sína trúgv av onkrari traumatiskari uppliving. Veri seg hetta at
tey finna útav at bíblian ikki kann fortelja teimum hvussu djórini blivu til,
ella at Guð ikki var so góður við tey, sum tey hildu (væntandi bønarsvar,
tronglig samkoma, ella whatever).

So ja, Sjúrður. Summi missa kanska trúnna av tí at teirra kristna uppaling er
full í vísindaligum skeivleikum, men eg haldi tykkara trupulleiki er størri
enn so ;)

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [11:09](http://asajoh.blogspot.com/2009/02
/missa-trunna.html) [2 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/missa-
trunna.html#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=1929980832946945562) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=1929980832946945562&from=pencil)

Merki: [Dialogos](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Dialogos),
[Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi)

## 13.2.09

###  [Tillukku Darwin!](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/tillukku-
darwin.html)

Jaja. Eg veit. Tað var í gjár. Men eg havði alt ov nógv at gera við at feira
Darwin til at skriva nakað í gjár. Sum lívfrøðingur (sort of) hevur
menningarlæran ótrúliga nógv at siga fyri mítt arbeiði, so eg seti stóran prís
uppá stóra arbeiði Darwin gjørdi fyri 150 árum síðani. Menningarlæran
kollvelti lívfrøði sum fakøki og hevur latið ótrúliga nógvar hurðar upp til
frágreiðingar fyri hvussu lív her á jørðini ber seg at og mennist.

Eg tími ikki at forklára hvussu menning fer fram, eg meini eg havi nevnt
okkurt um tað í undanfarnum posti og harafturat finst so nógv tilfar á
netinum, sum greiðir frá hesum nógv betri enn eg nakrantíð kann.

Eg má tó líka reypa eitt sindur. Eg var í gjár í einari
[útvarpssending](http://www.theworld.org/pod/science/science01.mp3), sum
kallast [The World](http://www.theworld.org/) og er gjørd í samráð millum
[BBC](http://www.bbc.co.uk/) og [PRI](http://www.pri.org/). Tað var bara eitt
heilt stutt klipp har eg segði hvør eg var og ynskti Darwin tillukku við
degnum. Millum hini fólkini í sendingini (sum sjálvandi ikki vóru líka kend
sum eg) var Richard Dawkins :)

Anyways. Tillukku Charles Darwin, og takk fyri tað tú gjørdi fyri lívfrøði.
Her koma nøkur leinki til upplýsing um menningarlæruna.

[Eitt sindur populistiskt og ivaleyst við ymiskum skeivleikum á New Scientist
(enskt)](http://www.newscientist.com/article/dn9953-instant-expert-
evolution.html)

[Natural History Museum í London hevur ein part av síni heimasíðu bara til
menningarlæruna (enskt)](http://www.nhm.ac.uk/nature-
online/evolution/index.html)

[Århus Universitet og Købehavns Universitet hava samarbeitt um eina síðu um
menningarlæruna (dankst)](http://www.evolution.dk/)

[PBS um menningarlæruna (enskt)](http://www.pbs.org/wgbh/evolution/)

[Føroya Náttúra. Undirvísingartilfarð frá Magnus Gaard um lívfrøði á Google
Book search. (føroyskt)](http://books.google.com/books?id=__QE4wMmmxcC&pg=PA37
&lpg=PA37&dq=menningarl%C3%A6ra&source=bl&ots=BXUCTT-Dwk&sig=YLQSEEtVry6RnHHUT
zxu3ixsWWA&hl=da&ei=O0CVSe6pMc-X-gbT8rCPCQ&sa=X&oi=book_result&resnum=7&ct=res
ult#PPA8,M1)

Ger so væl :)

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [10:58](http://asajoh.blogspot.com/2009/02
/tillukku-darwin.html) [0 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/02
/tillukku-darwin.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=855605202805979376) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=855605202805979376&from=pencil)

Merki: [Darwin](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Darwin),
[Lívfrøði](http://asajoh.blogspot.com/search/label/L%C3%ADvfr%C3%B8%C3%B0i),
[Menningarlæran](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Menningarl%C3%A6ran),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

## 7.2.09

###  [Sjókiskur?](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/sjokiskur.html)

[PETA](http://www.peta.org/) man vera dummasti djóraverndarfelagsskapur, sum
til er í hesi verð. Tey eru ekstrem í allar endar og kantar. Heimasíðan er ein
stór propagandamaskina, og um mann trýr tí tey siga, so er mann í stórum vanda
fyri at blíva totalt vrak við tankan um øll djórini sum líða neyð allastaðni.
Sakin er bara tann, at tey yvirdríva í so stóran mun, at tað ber als ikki til
at taka tey seriøst. Tað harmar meg, tí djóravælferð er nakað eg gangi høgt
uppí og PETA oyðileggur nógv av tí arbeiðinum, sum reiðiligir
djóravælferðarfelagsskapir so sum [RSPCA](http://www.rspca.org.uk/servlet/Sate
llite?pagename=RSPCA/RSPCARedirect&pg=RSPCAHome) og
[ASPCA](http://www.aspca.org/) í ávikavíst UK og USA gera (fyri ikki at gloyma
okkara egna [djóraverndarfelag](http://www.dvf.fo/default.asp?home=true)).

Tá hetta er sagt, mátti eg tó flenna at
[hesari](http://www.peta.org/sea_kittens/index.asp) kampanjuni hjá teimum. Tey
hava opinbart fingið eyguni upp fyri at fiskar eisini kunnu líða, og hava tí
gjørt av at geva fiskum nýtt navn. Nýggja navnið fyri fiskur? Jú tað er
"Sjókiska" (leysliga føroyska). Sloganið hjá teimum er "Bjargið sjókiskunum!"
Tey halda hetta er eitt gott hugskot, tí hvør hevði nakrantíð viljað fiskað
sjókiskur? Ella biðið um sjókisku á einari matstovu? Eg kann fortelja teimum
hvør: Eg, og øll onnur eg havi prátað við um hesa kampanjuna. Hatta er so
dumt, at eg ikki ivaðist í at hatta var ein joke í fyrstuni. Men hatta sær
totalt legit út, so eg má bara góðtaka at PETA er sokkið longur niður enn eg
helt var gjørligt.

Enn einaferð er hetta nakað eg harmist um, tí eg haldi faktiskt at
fiskavælferð skal takast seriøst. Fiskihættir nú á døgum, og aling eisini, eru
als ikki egnaðir til at tryggja vælferð á fiskum. Hetta hóast vísindaligar
kanningar hava víst, at fiskar fáa ilt, sum vit onnur og líða av ræðslu sum
flest onnur "hægri" djór. Sera harmiligt at PETA ger djóravælferð til eina
joke.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[12:07](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/sjokiskur.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/sjokiskur.html#comment-form)
[ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=4833398164978955815) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=4833398164978955815&from=pencil)

Merki: [Djóravælferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Dj%C3%B3rav%C3%A
6lfer%C3%B0), [Etikkur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Etikkur),
[PETA](http://asajoh.blogspot.com/search/label/PETA)

## 5.2.09

###  [Keeeeeeeert!](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/keeeeeeeert.html)

Nú skal eg geva tær djóraatferð so tað baskar!

Inni á [Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/2009/01/gian
t_green_fragrant_parrot.php#more) er ein grein um ein papageyk, sum eg
ongantíð hevði hoyrt um fyrr. Hann er gott nokk eitt vidundur av einum djóri:

[![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5e/New_Zealand_Kaka
po_Felix.jpg/399px-New_Zealand_Kakapo_Felix.jpg)](http://upload.wikimedia.org/
wikipedia/commons/thumb/5/5e/New_Zealand_Kakapo_Felix.jpg/399px-
New_Zealand_Kakapo_Felix.jpg)Hann angar av blómum, gongur á jørðini og klatrar
tí hann flýgur ikki, hann spinnur sum ein ketta tá tú lyftir hann upp og er
øgiliga spakur av einum villum fugli at vera. Hann er eisini eitt gott
kelidjór.

Hesin grøni landpapageykur eitur [kakapo (Strigops
habroptilis)](http://en.wikipedia.org/wiki/Kakapo) og býr í Nýsælandi á smáum
oyggjum, har rottur og onnur fremmand rovdjór ikki búgva. Fyrr var hann
vanligur um alt Nýsæland, men sum ikki einaferð er við tílíkum spøkum dýrum,
sum ikki eru von við at verja seg ímóti rovdjórum, er hann nú ógvuliga hóttur
mest vegna ovurveiðu og fremmand rovdjór, sum fólk hava tikið við til
oyggjarnar.

Hann er eisini nakað sum stóra pandabjørnin, tí hann er ringur at fáa at
nørast væl. Antin verpur bøgan als ikki, tí har er ov lítil matur, ella kann
hon finna uppá at (ikki við vilja) at verpa egg við nógv fleiri hannum enn
honum alt eftir hvussu væl hon er fyri.

Kakapo eru einastu papageykar sum ikki flúgva, einasti fuglur í Nýsælandi sum
hevur "lek" og einasti fuglur nakrastaðni, sum ikki flýgur og hevur "lek".

"Lekking" er áhugaverd atferð. Hetta sæðst í fuglum (sum kakapo), súgdjórum
(sum ["topi"](http://en.wikipedia.org/wiki/Topi)), fiskum og skordýrum. Tó er
vanligast at tosa um lekking tá tað kemur til fuglar. Tá tíðin kemur til at
nørðast samlast hannarnir á einum ávísum stað og gera seg upp fyri honunum.
Ofta berjast teir um besta plássið í fyrstuni men tá tað kemur til at
tiltrekkja honirnar handlar tað um at vísa hvussu raskir teir eru uppá ymsar
mátar. Kakapo fuglurin rópar niður í eina (heimagjørda) kullu, sum virkar sum
ein ljóðforsterkjari og rópið kann hoyrast upp til ein kilometur í stilli og
upp til 5 kilometrar í undanvindi. Har eru fleiri ymisk ljóð, sum fuglurin
kann gera, og tað ber til at hoyra tey inni á wikipedia. Tá ein bøga so kemur
nær byrjar steggin sín paringsdans og um alt gongur eftir ætlan parast tey,
fyri so at fara hvær til sítt. Bøgan tekur sær av eggum og ungum sjálv og
steggin fer aftur at royna at tiltrekkja fleiri bøgur við sínum lek rópum.

Hvussu er og ikki, so eru so vítt eg veit í skrivandi stund 90 kakapo til í
Nýsælandi (og í verðini) og allir hava fingið navn. Møguliga eru fleiri beint
nú, tí bøgurnar hava reiðrast í novembur-januar, so kanska spurdist onkur ungi
burturúr.

Har er so nógv annað, sum eg kundi skrivað um henda fugl, men eg haldi eg fari
at enda við nøkrum leinkjum til síður við upplýsing um kakapo.

[Wikipedia](http://en.wikipedia.org/wiki/Kakapo)

[

Kakapo Recovery](http://www.kakaporecovery.org.nz/)

[

New Zealand Birds](http://www.nzbirds.com/birds/kakapo.html)

[The Fabulous Kakapo](http://www.kakapo.net/en/)

[](http://en.wikipedia.org/wiki/Kakapo)

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[11:34](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/keeeeeeeert.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/keeeeeeeert.html#comment-
form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=7841891335926940835) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=7841891335926940835&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Kakapo](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kakapo)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-02-05T11:34:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
      * [Missa trúnna?](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/missa-trunna.html)
      * [Tillukku Darwin!](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/tillukku-darwin.html)
      * [Sjókiskur?](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/sjokiskur.html)
      * [Keeeeeeeert!](http://asajoh.blogspot.com/2009/02/keeeeeeeert.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[11:09]: 2009-02-25T11:09:00+05:00
  *[10:58]: 2009-02-13T10:58:00+05:00
  *[12:07]: 2009-02-07T12:07:00+05:00
  *[11:34]: 2009-02-05T11:34:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 9.3.09

###  [Kvinnudagur í
Usbekistan](http://asajoh.blogspot.com/2009/03/kvinnudagur-i-usbekistan.html)

Ein test til tykkum: Hví dámar mær ikki mátan tey halda altjóða kvinnudag her?

Vit hildu dagin ein leygardag, tí sunnudag er næstan ongin til arbeiðis.
Traditiónin sigur, at kvinnur kunnu taka sær av løttum kvinnudagin, og menn
varta tær upp. Hetta er nakað teir (ja, menninir) ganga høgt uppí.

Leygarmorgun fingu vit morgunmat sum vant, sum Zamira, okkara kvinnuligi
kokkur hevði gjørt, og síðani vaskaðu hon og hennara kvinnuligi hjálpari upp.
Við morgunmatarborðið fortaldi ein av monnunum (onglendingur) at hann fór at
hjálpa okkara kokki at matgera til døguran. Hansara hjálp bestóð, so vítt eg
veit av, at skera kjøtið í bitar. Tað var so tað hann segði sjálvur. Zamira
stákaðist og dóttir hennara hevði bakað eina kaku til omaná.

Til døguran hildu tveir menn røðu og fortaldu okkum kvinnum hvussu raskar vit
eru og so fingu vit eina gávu. Hendan gávan var keypt av eini kvinnu. Gávan
var kjólastoff, sum vit allar, sum traditiónin sigur, skulu seyma kjólar av
til várhaldið (teirra versión av páskum).

Tvær gentur, sum vóru bodnar við til døguran, og tískil ikki vóru til arbeiðis
tann dagin, blivu (av einum manni) sendar í køkin at vaska upp eftir døguran.

Eg arbeiddi eisini tann dagin, líkasum allar hinar dagarnar í vikuni. Eg fekk
eisini gávu frá tveimum av gentunum, sum arbeiða her. Hetta vóru tvær blómur
úr plastikk. Hetta var ivaleyst tað dýrasta tær kundu geva mær, uttan at brúka
allar sínar lummapengar, sum eftir eru, tá pápin hjá teimum er farin avstað
við lønini.

Øll hildu tað var frálíkt, og menninir vóru glaðir fyri at kunna siga, at teir
høvdu feira okkum kvinnur hendan dagin.

Ásan var minni nøgd...

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[13:08](http://asajoh.blogspot.com/2009/03/kvinnudagur-i-usbekistan.html) [2
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/03/kvinnudagur-i-usbekistan.html
#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=8883868716831507958) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=8883868716831507958&from=pencil)

Merki: [Feminisma](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Feminisma),
[Kvinnur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kvinnur),
[Usbekistan](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Usbekistan)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-03-09T13:08:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
      * [Kvinnudagur í Usbekistan](http://asajoh.blogspot.com/2009/03/kvinnudagur-i-usbekistan.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[13:08]: 2009-03-09T13:08:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 9.5.09

###  [Gevur tað meining at har er ein
skapari?](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/gevur-ta-meining-at-har-er-ein-
skapari.html)

Har eru nógv, kanska serliga trúgvandi, men ikki bara, sum halda at heimurin
er so "perfektur" og elegant samansettur, at tað virkar sum har er eitt
skapandi sinni aftanfyri. Sum um at onkur ella okkurt hevur avgjørt nakrar
grundreglur, sum heimurin skal fylgja.

Eg skilji væl hesa tankagongd, men eg eri ikki samd. Eg veit ikki hvussu
heimurin bleiv til, og eg skilji ikki kvantemekanikk, men tey klóku fortelja
mær at har eru nakrar grundreglur sum avgera til dømis hvussu sterk
atdráttarmegin er, hvussu skjótt ljós kann ferðast osfr. Hetta er tann mátin
okkara heimur er samansettur uppá og hvussu hetta hendi veit eg ikki. Kanska
astrofysikarar vita tað...

Av tí at hesar grundreglur gera tað møguligt fyri stjørnur og planetir at
blíva til, virkar tað sum at onkur avgjørdi at hetta vóru tær røttu
grundreglurnar fyri at lív kundi blíva til her. Eg haldi tað er eitt lítið
sindur fantasileyst at hugsa so. Eg haldi, at um grundreglurnar vóru
annarleiðis, so vóru menniskju ivaleyst ikki her, men tað kann saktans vera at
okkurt annað lív var. Okkurt annað intelligent lív, sum eisini sat og
undraðist á hvussu tað bar til at grundreglurnar vóru so elegant lagdar til at
heimurin kundi innihalda lív. Skilir tú hvat eg meini?

Eg haldi tað er mikið møguligt at hesar grundreglur eru komnar í av óvart, og
at vit eru eitt úrslit av hesum reglum, og tað er tí tær passa so væl til
okkum. Eitt sindur sum at ein kulla í jørðini kann koma til av óvart, men at
vatnið sum dettur í hana til at gera ein hyl passar perfekt til hana. Um
vatnið dugdi at hugsa, so kanska tað hevði hugsað at onkur mátti hava skapað
hasa kulluna so at vatnið passaði so væl í hana. Vatnið mintist ikki at hava
nakað annað skap, og kundi tí ikki fyristilla sær at tað bara var soleiðis
skapað tí tað lá í akkurát tí kulluni.

Tað er faktiskt líkamikið um grundreglurnar eru sum tær eru av óvart. Tað sum
vit ikki kunnu siga, er at "av tí at vit passa so væl til tær, so mugu tær
hava verið skaptar til okkum". Nei vit eru sum vit eru orsaka av reglunum.
Ikki umvent.

Hetta er eitt svar til eitt tílíkt argument á hægsta støði eg havi hoyrt um.
Onnur hava hug at tosa um jørðina, og hvussu perfekt hon er til okkum, men
hetta er júst tað sama argumentið sum við grundreglunum, bara minni áhugavert,
tí vit vita hvussu tað ber til at jørðin er sum hon er og hví vit passa so væl
til hana. Eg veit ikki enn hvussu grundreglurnar blivu sum tær blivu, men tað
fari eg kanska at finna útav einaferð.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [14:33](http://asajoh.blogspot.com/2009/05
/gevur-ta-meining-at-har-er-ein-skapari.html) [4
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/gevur-ta-meining-at-har-er-
ein-skapari.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=2271745442515839579) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=2271745442515839579&from=pencil)

Merki: [Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi),
[Kreationisma](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kreationisma),
[Vísindi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/V%C3%ADsindi)

## 6.5.09

###  [Vár í Usbekistan og rúmd á
eggum.](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/var-i-usbekistan-og-rumd-
eggum.html)

Soooo var eg endilga aftur. Hevur tú saknað meg?

Har eru tvær høvuðsorsøkir til at eg ikki havi skrivað nakað í 2 mánaðar: Eg
arbeiði alt samdøgrið um várið, og eg eri ófantaliga dovin. Ikki ein góð
kombinatión, tí tað endar altíð við at eg brúki mínar fáu fríløtur til at gera
onki. Og eg meini bókstaviliga onki.

Anywho, nú er við at ganga eitt sindur róligari fyri seg. Ikki heilt so nógv
egg í klekimaskinumnum, nógvir ungar eru blivnir stórir og alt hurlivasið er
blivið rutina.

Men hvat er tað so eg havi gjørt hesar tveir mánaðarnar? Jú, eg havi verið úti
í oyðimørkini og leita eftir houbarum í mars, og apríl er farin við at passa
egg í klekirúminum, síðani passa ungar og eitt sindur av ungavenjing við
klikkara.

Houbaraleiting:

Ein partur av mínun arbeiði, er at hjálpa við at kanna houbara stovnin her í
okkara parti av Usbekistan. Vit royndu eina nýggja mannagongd í ár, og vónandi
fara vit at fáa okkurt munagott burturúr. Fyrstu úrslitini síggja í hvussu so
er lovandi út.

Kleking:

Tað er ein kunstur at klekja egg. Fyrst má mann hava eina góða klekimaskinu,
síðani er neyðugt at duga at brúka og umvæla maskinuna og harafturat er
neyðugt at maskinan er í nøkurlunda stabilum umhvørvi tá tað kemur til hita.

Hetta er tó bara maskinan. So kemur alt hitt. Hvat fyri temperaturur er tann
rætti til júst míni egg? Hvussu nógv fuktigheit skal til fyri at eggið lætnar
passaliga nógv hvønn dag? Hvussu nógv eigur mítt egg at lætna hvønn dag?
Hvussu leingi eigur tað at vera í klekimaskinuni? Hvussu langt var tað komið í
klekingini, tá vit tóku tað? Nógvir spurningar, og vit hava ikki svarið til
allar enn. Eg rokni við at høsnaalarar vita akkurát, men houbara eru ikki
heilt so líkatil.

Higartil hava vit ábendingar um hvussu nógv houbara egg lætna tá tey ver klekt
úti undir einari bøgu. Harafturat vita vit hvussu heit eggini skulu vera og
hvussu leingi tað eigur at taka áðrenn eggið klekist. Mín stóri trupulleiki í
vár og í fjørð er at finna eina góða meting av hvussu langt eitt egg er komið
í klekingini.

Hetta átti at latið seg gjørt við at finna rúmdina av egginum og vektina. Út
frá hesum og eini vitan um hvussu nógv eggið átti at vigað tá tað var
nývorpið, ber til at siga hvussu langt síðani tað byrjaði klekingina. Har er
ein óvissa uppá 1-3 dagar, alt eftir um hetta var fyrsta egg ella síðsta sum
bøgan varp. Bøgan byrjar at klekja tá hon hevur vorpið 3 egg, og verpur
møguliga eitt afturat eftir hetta. Tað vil siga at hóast eggini ikki eru líka
gomul, so eru tey byrjað at klekjast samstundis, við tí møguliga 4. egginum
sum undantak.

Eg havi tó funnið eina aðra óvissu, sum veruliga ger mær fortreð tá eg skal
finna útav hvussu gomul eggini eru. Henda óvissa, eri eg nokkso vís í, stavar
frá okkara mannagongd. Fyri at finna rúmdina á okkara eggum, brúka vit longd
og diametur har eggið er breiðast pluss ein konstant, sum tekur hædd fyri
skapinum av houbara eggum. Trupulleikin er bara tann, at hesin konstantur ikki
riggar serliga væl, tí skapið á okkara eggum er næstan ongantíð tað sama.
Hetta ger at rúmdin vit finna hevur sera stóra óvissu og so hevur metti
aldurin eisini sera stóra óvissu. Verri skil, tí so vita vit ikki nær vit
kunnu vænta at eggini hjá okkum klekjast.

Har finnast aðrir mátar at rokna rúmdina á eggum út og hesir eru teir
vanligastu, sum eg dugi at síggja:

  1. Koyr eggið í eitt mátiglas við vatni í, og les av hvussu nógv meira er í. Hetta er í so simplistiskt, men prinsippið er tað sama, altso: hvussu nógv vatn flytir eggið. Ikki so smart fyri egg vit vilja klekja, tí har vísir seg at vera ein tendensur har egg sum hava verið vát ikki klekjast líka ofta sum egg, sum ongatíð hava verið vát (tað siga houbara alarar við drúgvum royndum, men eg veit ikki um nakra vísindaliga kanning).  

  2. Máta tveir diametrar á egginum afturat longdini. Har eggið er breiðast og mitt ímillum endarnar á egginum. Hetta gevur eitt neyvari úrslit, tí tað tekur hædd fyri kurvuni, sum yvirflatan á egginum hevur. Hinvegin er tað ikki heilt líkatil at finna miðjuna á einum eggi heilt neyvt.
  3. Máta munin á densitetinum á egginum í vatni og á turrum. Enn sami trupulleiki við at koyra eggið í vatn, men eg eri heldur ikki heilt vís í hvussu hetta fungerar. Má fara at kanna tað nærri.
  4. Tak eina digitalmynd av egginum og lat eina teldu rokna rúmdina út grundað á siluettina. Hetta er ein neyvur máti, men eitt tílíkt telduprogramm er ikki lætt at fáa fatur á, og myndin skal vera ógvuliga góð fyri at minka um feilkeldurnar, sum koma av skuggum á myndini, skeivt littari bakgrund, skeivur vinkul inn á eggið osfr. Hinvegin kann hetta vera ein sera góður, neyvur og lættur máti at finna rúmdina á einum eggi, um ein hóskandi mannagongd verður fylgd.
Eftirsum eg so øgiliga fegin vil vita hvat rúmdin á okkara eggum er, havi eg
avgjørt at royna at finna ein máta at brúka mannagongd nummar 4. Nógv roks og
fjas í fyrstuni, men tað átti at verið lætt og skjótt at gera, tá alt tað
fyrsta er komið uppá pláss. Eitt stativ til myndatólið, okkurt at spjaða
ljósið so ongir skuggar eru, einin passandi bakgrund (ivaleyst hvít) og eitt
telduprogramm, sum dugur at rokna rúmdina á einum eggi út frá siluettini. Eg
havi kontaktað ymisk fólk, sum hava royndir við hesi mannagongd og eg havi
eisini práta við ein, sum hevur stuttleika sær eitt sindur við myndum av
eggum, fyri at vita hvussu hetta kundi riggað. Eg eri sera spent uppá at hoyra
hvat øll hesi fólkini hava at siga.

[Leinki til eina síðu, sum viðger rúmdarmáting av eggum við brúk av digitalum
myndum.](http://www.archbold-station.org/abs/data/birddata/Bridge-JFO-
eggsize.htm)

Nokk um tað.

Ungapassing:

Tá eg ikki havi passað egg, havi eg passað houbaraungar. Teir eru øgiliga
fittir og øgiliga býttir. Sera hugnaligt, men eisini strævið. Tað sum var
stuttligari, men sum tíðverri hevur verið ógvuliga óstrukturerað og avbrotið,
var at venja teir.

Venjing:

Tá okkara houbara eru vaksnir, viga vit teir einaferð um mánaðin, fyri at
tryggja at teimum ikki feilar nakað og tílíkt. Vit noyðast at fanga teir fyri
at gera hetta, og har er altíð ein vandi fyri at fuglurin kemur til skaða. Tí
helt eg tað møguliga var eitt gott hugskot at læra fuglarnar at fara upp á
vektina sjálvir. Hetta er tað venjingin hevur verið til. Eg avgjørdi at brúka
[klikkaravenjing](http://en.wikipedia.org/wiki/Clicker_training), av tí at
hetta hevur víst seg at vera ein góð mannagongd til onnur vill djór á til
dømis djóragørðum, og eg veit av erfaring at tað riggar við bæði hundum og
gullfiskum. Tann stóri trupulleikin er, at eg eri ongan veg komin við
venjingini, tí fyrst og fremst er tað ógvuliga avmarkað hvussu nógvan mat eg
kann pota í ungarnar, so hvør tími verður ógvuliga stuttur, og harafturat
hevur tað verið brúk fyri mær aðrastaðni, so eg havi ikki havt møguleikan til
at venja ungarnar í fleiri dagar í senn. Í morgin fari eg at byrja aftur, og
vónandi verður bara neyðugt við einari lítlari løtu við endurtøku av teimum
fyrstu 2 stigunum í venjingarætlanini. Tá eg eri liðug við at venja ungarnar,
fari eg at skriva ein post um úrslitini og greiða frá venjingarætlanini.
Vónandi fer tað at rigga hjá mær, men tað er ilt at siga enn.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[13:05](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/var-i-usbekistan-og-rumd-
eggum.html) [0 Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/var-i
-usbekistan-og-rumd-eggum.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=3547267355805953545) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=3547267355805953545&from=pencil)

Merki: [Houbara](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Houbara),
[Kleking](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Kleking),
[Usbekistan](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Usbekistan),
[Venjing](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Venjing)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-05-06T13:05:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
      * [Gevur tað meining at har er ein skapari?](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/gevur-ta-meining-at-har-er-ein-skapari.html)
      * [Vár í Usbekistan og rúmd á eggum.](http://asajoh.blogspot.com/2009/05/var-i-usbekistan-og-rumd-eggum.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[13:05]: 2009-05-06T13:05:00+05:00
  *[14:33]: 2009-05-09T14:33:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 2.7.09

###  [Klikkaravenjing av houbaraungum](http://asajoh.blogspot.com/2009/07
/klikkaravenjing-av-houbaraungum.html)

So var hon eeeendiliga aftur eftir eina deiliga feriu heima í FO (har eg
sjálvandi ikki hevði tíð til at skriva nakað). Meðan eg var heima kundi eg tó
slappa av við tryggu vitanini um at eg hevði megnað at venja heilar 5 ungar
áðrenn eg fór avstað.

Tað var ikki tí tað var lætt!

Fyrst og fremst gjørdi eg tann stóra feil, at royna at venja smáar ungar. Tað
gekk illa, tí tað var so avmarkað hvussu nógvan mat eg kundi geva teimum. Fyri
at forklára hvussu tað hongur saman, fari eg líka at geva tær eina
gjøgnumgongd av hvussu klikkaravenjing fungerar, og síðani fari eg at fortelja
hvørjar trupulleikar ein fuglaungavenjari kann renna seg í.

Klikkaravenjing hevur nøkur sera klár stig:

  1. Dýrið má læra samanhangin millum eitt "klikk" (ljóð, sum ein klikkari ger, tá tú trýstir á hann. Fyri summi dýr, so sum fiskar, eru visuel signal betri) og okkurt slag av løn. Her riggar matur best fyri flest dýr. Samanhangin lærir tú dýrið við at klikkja og geva mat "klikk - mat" fleiri ferðir. Maturin skal koma skjótt aftaná klikkið, serliga í fyrstuni.
  2. Næsta stig er at læra dýrið, at tað kann gera okkurt fyri at fáa eitt klikk. Hetta er tað ringasta stigið, men tá dýrið fyrst hevur skilt, at tað kann avgera nær tað fær eitt klikk, er tað sum oftast ikki til at steðga. Sum oftast verður onkur grundleggjandi atferð, sum dýrið ger nokkso ofta í forvegin, brúkt sum lærumiðil til hetta stig. Tað kann vera at hyggja at tær, seta seg niður og so framvegis. Her er alneyðugt at dýrið fær eitt klikk so skjótt sum tað ger tað tú bíðar eftir, og at atferðin er nóg vanlig hjá djórinum til at tað ger hetta av óvart fleiri ferðir uppá 5-10 minuttir av venjing. Tað ber til at snýta, og lokka dýrið at gera hetta. Til dømis kanst tú knipsa fyri at fáa ein hund ella okkurt annað dýr at hyggja at tær. Um tú vilt hava dýrið at hyggja at klikkaranum, kanst tú veiftra hann runt frammanfyri dýrinum. Dýr hyggja ofta at tingum sum flyta seg.
  3. Síðsta stig er a velja eina atferð, sum skal lærast, og miðvíst geva dýrinum eitt klikk, tá tað ger nakað sum líkist tí. Ein góð atferð at byrja við, er at læra dýrið at fara har tú vilt hava tað. Til hetta kanst tú brúka klikkaran, ein markør av onkrum slag ella bara ein fingur at peika við. Tá dýrið fyrst hevur lært at fylgja einum markøri ber til at fáa tað til næstan hvat sum helst (um tað annars hevur hug).

Fyri at venjingin skal ganga skjótt og innlæringin skal vera sum best, er
neyðugt at hava stuttar venjingar við nógvari "løn". Tvs, at tað er neyðugt at
miða eftir eini atferð, sum djórið skjótt lærir ella ger ofta og ongantíð gera
tað ov trupult. Hetta var sjálvandi ein trupulleiki við mínum ungum, tí eg
kundi bara geva teimum 3 maðkar at eta áðrenn eg mátti gevast. Tað er ikki
heilt nóg mikið.

**Klikkaravenjing av houbara ungum:**

Teir fyrstu ungarnir eg fór í holtur við vóru so ungir at har var ongin
framgongd at hóma nakrastaðni. Eg vandi í eina viku tvær ferðir um dagin uttan
at síggja nakað sum helst tekin uppá at teir vistu hvat ein klikkari var fyri
nakað. Áh denn spilta orka. Eitt sindur betri gekk við ungum frá umleið 3
vikum og eldri.

Tað tók enn umleið 3 dagar, tvs 6 venjingar áðrenn teir skiltu at teir høvdu
eina ávirkan á klikkaran. Hesar venjingar vóru ein seria av "klikk - mat"
gradvíst til "klikk tá ungin hyggur at, er nær við ella flytir seg ímóti
blýanti - mat" (blýanturin var fokus fyri ungarnar. Eg vildi læra teir at geva
blýantinum gætur heldur enn klikkaranum, tí tað er lættari at peika við einum
blýanti.) Tað er trupult at forklára akkurát hvussu frustrerandi tað er at
sita og klikka og fóðra og klikka og fóðra uttan at har er nakað ljós í
eygsjón hjá unganum.

Endiliga, ein dag gav ein ungi blýantinum gætur og eg skundaði mær at klikka.
Hann gjørdi tað umaftur, og so gjørdi eg. Og so gekk annars skjótt framá. Tvær
venjingar seinni kvikaði ungin sær yvir til blýantin tá eg helt hann fram. Tað
sama var galdandi fyri allar hinar ungarnar. Teir vóru ómetaliga líkir í
lærunemheit. Bara ein vísti onga framgongd, men hetta var tí hann ongan áhuga
hevði fyri matinum (sum var mjølormar). Í mun til hinar ungarnar, sum trippaðu
aftur og fram og hugdu grammir at ílatinum við ormum, so fór hesin bara avstað
og setti seg niður onkrastaðni. Ikki so smart. Eg hevði úr at gera við hinum
ungunum, men eg ivist ikki í, at eg nokk skuldi funnið okkurt annað at lokka
hann við, um tað skuldi verið.

Frá at fyrsti ungin hevði uppdagað sítt vald yvir klikkaran, var lætt at flyta
seg til at halda blýantin í frið, tá ungin kom til hann og bíða eitt sindur,
áðrenn eg klikti. Sum oftast vóru ungarnir ov spentir eftir klikkinum til at
gera nakað annað enn bara standa har meðan teir bíðaðu, og hetta var júst tað
eg vildi. Skjótt stóðu teir allir penir og bíðaðu til eg klikti. Skal
sjálvandi ikki yvirdríva hvussu væl tað gekk. Summir høvdu hug at trippa eitt
sindur ella pikka blýantin, men so fingu teir onki klikk. Harafturat skal
havast í huga, at eg bíðaði øgiliga stutt í fyrstuni. Eitt sekund kanska. Tað
var bara so har var eitt lítið glopp millum at ungin kom fram og klikkið. Tá
eg fyrst fekk ungarnar at fokusera á blýantin var onki glopp. So skjótt ungin
hugdi at blýantinum fekk hann eitt klikk og so skjótt hann dugdi tað var tað
eitt klikk so skjótt hann kom til blýantin. Hetta er týdningarmikið, tí um har
er nøkur pausa í fyrstuni tá eitt dýr er í ferð við at læra eina atferð, so er
atferðin nógv ringari at læra, enn um har er eitt klikk beinanvegin tá dýrið
ger tað, tað skal.

Frá at hava ungarnar rennandi aftaná blýantinum og bíðandi penir til teir
fingu eitt klikk, fór eg til at fáa teir at fara uppá eina vekt, sum var
modifisera til at viga houbaraungar. Tað tók eina løtu hjá teimum at venja seg
við at teir skuldu traðka upp og eisini á eina aðra yvirflatu. Men tá teir
høvdu vant seg við tað, stóðu teir eisini púra góðir uppi á vektini og bíðaðu
eftir sínum klikki, so eg kundi viga teir. Stór succes!

**Hví klikkaravenjing?**

Áðrenn hetta hava vit altíð fangað houbarar fyri at viga teir, og tað kemur
meira enn so fyri, at teir bróta eitt bein ella ein vong í prosessini.
Harafturat er tað sera stressandi fyri teir at vera fangaðir, tí hóast vit
brúka nógva orku uppá at spekja teir, eru hetta altso villir fuglar. Teir hava
tað als ikki lætt við at vera handfarnir nakað serligt. Av hesi grund viga vit
ongantíð hannar í ungatíðini, tí vit fáa onki sáð frá teimum, um teir eru
stressaðir av handfaring. Flestu houbara renna undan fólki einar tveir dagar
aftaná at vit hava fanga teir, so tað er ongin kjansur at fáa ein hann yvir
til fólk at donera sítt sáð, um hann akkurát hevur verið fangaður. Møguliga
fara vit at venja nakrar vaksnar hannar til at viga seg sjálvar soleiðis at
vit kunnu viga teir í ungatíðini.

Eitt annað, sum eg havi lisið um ymsa staðni á internetsíðum um
klikkaravenjing, er at hetta er ein góður máti at spekja djór. Tey vera ofta
minni nervøs og glaðari fyri selskap frá sínum eigara enn djór, sum ikki vera
vand við klikkara (ella onkrum øðrum lønarbaseraðum venjingarhátti). Hetta
stendst av at djórið følir at tað kann ávirka síni umgevilsir (her er tað so
klikkarin), men eisini at tað noyðist at á onkran hátt kommunikera við fólk.
Tað er trupult at kommunikera væl meðan mann er bebbaræddur, so djórið má koma
yvir sín ótryggleika og sína ræðslu fyri at fáa tað tað vil (mat, leiku, loyvi
til at fara onkrastaðni. Mín gamli hundur mátti sita áðrenn hon slapp úr
bandinum) Tí havi eg eina skumla plan um at útskriva eina klikkaravenjingar
"resept" til okkara minst spaku fuglar, fyri at vita um tað kanska kann
hjálpa. Her kemur ein rapport um tað um tað blívir til nakað.

Her eru tvey link til síður um klikkaravenjing:

[Síðan](http://www.clickertraining.com/) hjá Karen Pryor. Hon er stórsta
persónligheitin, sum finst, tá tað kemur til klikkaravenjing. Hon veit alt,
sum er at vita um hetta.

[Wikipedia](http://en.wikipedia.org/wiki/Clicker_training) um klikkaravenjing.

Har finnast nógvar síður afturat, men tær flestu eru kommersiellar og ikki
líka góðar sum tann hjá Karen Pryor ;) Men tað er bara at googla, so finnur tú
meira.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [13:14](http://asajoh.blogspot.com/2009/07
/klikkaravenjing-av-houbaraungum.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/07/klikkaravenjing-av-
houbaraungum.html#comment-form) [
![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=8991018471050210668) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=8991018471050210668&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Houbara](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Houbara),
[Venjing](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Venjing)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-07-02T13:14:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
      * [Klikkaravenjing av houbaraungum](http://asajoh.blogspot.com/2009/07/klikkaravenjing-av-houbaraungum.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[13:14]: 2009-07-02T13:14:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 15.8.09

###  [Grashoppur](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/grashoppur.html)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/SoajNdonMxI/AAAAAAAAADI/IqK89eLJgNY
/s320/locust.jpg)](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/SoajNdonMxI/AAAAAAAAA
DI/IqK89eLJgNY/s1600-h/locust.jpg)Setur tú teg ímóti at lata fólk Mítt fara,
so skal Eg í morgin lata grashoppur koma yvir land títt;

Grashoppur. Ein plága, ein pest og eitt áhugavert dýr.

Eg ætlaði at vita hvat bíbilska navnið fyri enska orðið "locust" var, men eg
síggi bara "grashoppur" í týðingini hjá Victor Danielsen, sum er at finna á
[biblian.fo](http://www.biblian.fo/default.asp). Men nú eri eg heldur ikki so
bíbliukøn. Hinvegin eri eg eitt sindur meira djórakøn. Mær dámar nokkso væl at
vita nakað um tað, sum hendir her í veruleikanum ;)

Tað, sum er áhugavert við grashoppum, er at tær hava fortjent tvey nøvn, sum
tær jú eisini hava á enskum. Har eita tær "Grasshopper" og "Locust" (og
ivaleyst alt møguligt annað eisini, men lat okkum halda okkum til hasi bæði
nøvnini).

Ein grashoppa er plantuátari og sæðst ofta hoppandi runt í grasi og ørðum
plantum. Tí er navnið sera passandi. Hesar eru sum so ongin plága, og eru at
finna nógva staðni runt um í heiminum. Har er tó nakað eitt sindur óhugnaligt
við grashoppum (annað enn at tær líkjast aliens um eyguni). Tær kunnu, undir
røttum umstøðum, broyta sína fysiologi og blíva til nærum eitt annað djór. Tá
hetta hendir flokkast grashoppur saman og flúgva í stórum skýggjum langa leið
og eta alt sum fyri kemur. Hetta er orsøkin til at summi síggja grashoppur sum
plágur. Tær kunnu elva til hungursneyð, lond kunnu fara á heysin vegna mista
inntøku og fólk fáa løgnar idéir um gudar og aðra yvirtrúgv av teimum. Tær
broyta veruliga lív og tankar allastaðni.

Tá grashoppur fara á flog í stórum flokkum saman, kalla onglendingar tær fyri
"locusts", og hetta er tað sum hendir:

Góð ár, tá nógvur vøkstur er, liva smáar grashoppur væl og nørast skjótt. Um
tættleikin blívur nóg høgur soleiðis, at tær nerta nógv við hvørja aðra við
bakbeinunum, útloysist serotonin í teimum einstøku grashoppunum, sum ger at
tær blíva sosialar. Harafturat útloysa tær feromonir og alt møguligt annað
gott. Hetta ger at tær broyta atferð til at vilja vera saman við øðrum
grashoppum og tær skifta eisini lit. Harafturat broytast tær soleiðis, at tær
nørast skjótari enn áður, so høgi tættleikin blívur til ein "óndan" spiral har
fleiri grashoppur føra til uppaftur fleiri grashoppur osfr. Tá hetta hendir
koma fleiri og fleiri grashoppur saman og til endans, tá ongin matur er eftir,
fara tær á flog og leggjast á alt etandi, sum tær koma fram á.

Tá vera tær til eina veruliga plágu, sum oyðir alt grønt í fleiri kilometrar
og ger stóran skaða allastaðni har tær fara.

Tíbetur eru ikki allar grashoppur so. Tað eru nøkur serstøk sløg sum gera
hetta, og mest herviliga slagið er at finna í Afrika, Miðeystri og Asia. Hetta
slagið eitur "Desert locust" á enskum og kann eta sína egnu kropsvekt í mati
hvønn dag. Eisini hava hesar grashoppur eitrað skarn, so matur tær ikki hava
etið er ikki etandi tá tær fara avstað aftur.

Les meira um [grashoppur](http://en.wikipedia.org/wiki/Grasshopper),
["locusts"](http://en.wikipedia.org/wiki/Locust) og ["desert
locusts"](http://en.wikipedia.org/wiki/Desert_locust) á wikipedia og finn
millum annað nakrar lekrar grashoppu matuppskriftir inni á
[FAO](http://www.fao.org/ag/locusts/en/info/info/faq/) (neyðugt er at scrolla
niður, tað riggar ikki hjá mær at fáa beinleiðis linkið at rigga).

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[16:55](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/grashoppur.html) [1
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/grashoppur.html#comment-form)
[ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=2775695904987824137&postID=3325415496832698325) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=3325415496832698325&from=pencil)

Merki: [Atferð](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Atfer%C3%B0),
[Dýr](http://asajoh.blogspot.com/search/label/D%C3%BDr),
[Grashoppur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Grashoppur)

## 1.8.09

###  [Camp Quest - í Onglandi](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/camp-
quest-i-onglandi.html)

[Camp Quest](http://www.camp-quest.org.uk/) byrjaði í USA, og er ein
summarlega nakað sum Zarepta bara uttan kristindómin. Tey vilja fegin leggja
dent á skeptisismu og legurnar eru upplagdar hjá gudleysum foreldrum at senda
síni børn á. Tey á Camp Quest eru tó ikki heilt við uppá at tey endiliga vilja
gera børn til smáar ateistar. Tey royna heldur at læra børn at hugsa kritiskt
og koma til egnar niðurstøður. Ljóðar nice, ha?

Tey hava fingið rættiliga nógva umtalu á td
[BBC](http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/8172844.stm) og á ymiskum bloggum so
sum [Friendly Atheist](http://friendlyatheist.com/2009/06/29/camp-quest-not-a
-camp-for-atheist-children/) og [Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngul
a/2009/07/suffer_the_little_children.php).

Eg havi júst uppdagað (eftir at hon gav eitt hint á Facebook) at Beinta
Rasmussen er við í Camp Quest projektinum í Onglandi. (Tað er ikki nøkur
hemmiligheit, Beinta. Tað stendur á [heimasíðuni](http://www.camp-
quest.org.uk/about/the-counsellors/) hjá teimum). Tey siga um hana:

> Beinta Rasmussen

>

>

>

> Beinta Rasmussen (or simply B) is currently working at a nursury and is an
active member of Amnesty International. She studied Psychology at York and is
now applying for Master's courses in Forensic Psychology. Despite having a
fairly firm background in Christianity, she has become increasingly sceptical
over the last few years and currently describes herself as a humanist. She is
from the Faroe Islands.

Tað passar folks! Vit hava ein føroying við á gudleysu leguni í Onglandi! Nú
má eg beint fara at skriva til hennara og spyrja hvussu er. Eg havi hoyrt tey
hava eina kapping, har børnini kunnu vinna eina sera [kula premiu (haldi eg)
fyri at prógva at ósjónligir einhyrningar ikki eru til](http://www.camp-
quest.org.uk/frequently-asked-questions/the-invisible-unicorn-challenge/).

Skriva hevur: Ása Johannesen kl. [21:35](http://asajoh.blogspot.com/2009/08
/camp-quest-i-onglandi.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/camp-quest-i-onglandi.html
#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=1836244588918939995) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=1836244588918939995&from=pencil)

Merki: [Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-08-01T21:35:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
      * [Grashoppur](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/grashoppur.html)
      * [Camp Quest - í Onglandi](http://asajoh.blogspot.com/2009/08/camp-quest-i-onglandi.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[21:35]: 2009-08-01T21:35:00+05:00
  *[16:55]: 2009-08-15T16:55:00+05:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Menniskjan og onnur dýr](http://asajoh.blogspot.com/)

Møsn, skeld og upplýsing um djóraatfer, vantrúgv, etikk og alt sum hoyrir til.
Ikki neyðturviliga í hasari raðfylgjuni.

## 20.11.09

###  [Kristni í fólkaskúlanum](http://asajoh.blogspot.com/2009/11/kristni-i-fo
lkaskulanum.html)

**Hetta er endurgivið frá heimasíðuni hjá **[**Gudloysi**](http://gudloysi.fo/)**: (Skrivað av mær)**

Eg datt um [fólkaskúlalógina](http://logir.fo/foldb/llofo/1997/0000125.htm)
inni á logir.fo eftir at hava hoyrt enn einaferð um støðuna við kristni í
fólkaskúlanum og eisini prát um privatan kristnan fólkaskúla í Kelduni í
Skálabotni. Eg havi lisið hesa lóg fyrr, men eg hevði gloymt hvussu heilt
langt úti hon er. Eg fari at taka paragraff 6, sum handlar um
kristniundirvísing eitt sindur sundur, og skriva nakrar viðmerkingar eg havi
til hana. Boldingarnar eru mínar:

  1. **§ 6.** Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum **skal samsvara við fólka-kirkjunnar evangelisk-luthersku læru**.

Ok, so um títt barn gongur í fólkaskúlanum, og skal hava nakra sum helst
undirvísing í átrúnaði/religión, so noyðist tað at vera akkurát tað slagið av
kristindómi, sum fólkakirkjan tekur undir við. Trúarfrælsi?

  1. _Stk. 2._ **Er barnið í fólkakirkjuni, kunnu foreldrini fyrst í einum skúlaári skrivliga til skúlastýrið vátta, at tey sjálv ynskja at hava barnsins undirvísing í kristnikunnleika í hondum. Barnið sleppur tá undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, um ein prestur í fólkakirkjuni váttar, at hann hevur umsjónina við undirvísing barnsins í kristnikunnleika.** Liva foreldrini saman í hjúnalagi, skal váttanin um, at barnið sleppur undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, verða undirritað av báðum í felag. Er barnið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins.

Hetta sigur beinleiðis, at um tú vágar tær at doypa títt barn í fólkakirkjuni,
so hevur tú dømt tað til 9 ár (stendur aðrastaðni í lógini at
kristniundirvísing skal vera 9 ár í fólkaskúlanum) av kristniundirvísing í
skúlanum uttan so at tú kanst yvirbevísa ein prest um at lova at geva barninum
undirvísing í kristni. Við øðrum orðum loyvir tú fólkakirkjuni at noyða títt
barn at vera undirvíst í kristni í 9 ár, um tú doypir tað. Tú kanst tó melda
títt barn úraftur fólkakirkjuni, og síðani taka avleiðingarnar av tí avgerð.
(Keðiligt og besverligt um barnið seinni vil konfirmerast, vera faddur og so
framvegis)

  1. _Stk. 3._ Børn, sum ikki eru í fólkakirkjuni, skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum. Er barnið í øðrum trúarsamfelag uttan fyri fólkakirkjuna, so hevur hetta trúarsamfelag umsjónina við átrúnarligu uppaling barnsins. **Foreldur ella verji hava kortini skyldu til at ansa eftir, at barninum ikki vantar upplýsing um vanligu reglurnar fyri lívinum í skipaðum samfelag, antin tað so er í einum trúarsamfelag ella ikki.** Verður barnið vanskettað í so máta, skal skúlin geva tí neyðugu undirvísingina. Er barnið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins.

Her stendur at børn í øðrum trúarsamfeløgum skulu sleppa undan
kristniundirvísing, og at so hevur viðkomandi trúarsamfelag ábyrgdina av
átrúnaðarligu upplæringini (hetta umfatar eisini gudloysingar, ið um teir ikki
hava doypt sítt barn, kunnu taka tað úr kristniundirvísingini). Fair nokk, men
so kemur ein undarligur setningur, sum virkar at seta samband millum
undirvísing í einum ávísum átrúnaði og undirvísing um vanligu reglurnar fyri
lívinum í skipaðum samfelag. Hvat?! Síðan nær hava átrúnaður og skipað
samfelag verið synonymir? Hví hava foreldur, sum taka sítt barn úr
kristniundirvísing skyldu til at upplæra sítt barn í tí, at liva í einum
samfelag? Hví hava foreldur, sum lata sítt barn fáa kristniundirvísing, ikki
skyldu til at syrgja fyri at barnið dugur at liva í einum samfelag? Blandar
hendan lóg ikki fakið "samfelagslæra"við "kristni"?

Eg mundi dotti uppeftir, tá eg læs hatta brotið. Ótrúliga diskriminerandi og
fordómsfult at ganga út frá at børn uttan kristindóm hava fyri neyðini at uppá
aðrar mátar at læra um at liva í einum samfelag. Eg kann fortelja okkara
lóggevandi valdi, at kristindómur uppá ongan máta tryggjar at eitt barn lærir
at virka í einum samfelag. Okkara samfelag er sum heild sekulert (tó at
lógarverkið tíverri ikki er tað), og tað er ógvuliga syndarligt at ein lóg,
sum avgerð hvat okkara børn skulu læra, ikki viðurkennir hetta, men setur
ligvið millum átrúnað og samfelag.

Havi eg misskilt hesa lóg? Ber tað veruliga til, at lógin heldur, at
undirvísing í átrúnaði lærir barnið at liva í einum samfelag? Ella sipar hatta
brotið bara beinleiðis til trúarsamfeløg ella ikki-átrúnaðarsamfeløg, og ikki
til okkara samfelag sum heild? Um so er, so skilji eg enn ikki hvat tey vilja
við hesum. Hví hevur lívið í einum trúarsamfelag ella ditto fyri ikki-
trúgvandi nakað at gera við fólkaskúlan? Eg skilji, at tað burdi verið ein
partur av fólkaksúlanum, at læra at liva í einum siviliseraðum samfelag, men
fyri alt í verðini dugi eg ikki at síggja hvat hetta hevur við kristni at
gera.

Skriva hevur: Ása Johannesen kl.
[19:39](http://asajoh.blogspot.com/2009/11/kristni-i-folkaskulanum.html) [0
Viðmerkingar](http://asajoh.blogspot.com/2009/11/kristni-i-folkaskulanum.html
#comment-form) [ ![](http://www.blogger.com/img/icon18_email.gif)
](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=2775695904987824137&postID=692768063398178422) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-edit.g?blogID=2775695904987824137&postID=692768063398178422&from=pencil)

Merki: [Etikkur](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Etikkur),
[Fólkaskúlin](http://asajoh.blogspot.com/search/label/F%C3%B3lkask%C3%BAlin),
[Gudloysi](http://asajoh.blogspot.com/search/label/Gudloysi),
[Átrúnaður](http://asajoh.blogspot.com/search/label/%C3%81tr%C3%BAna%C3%B0ur)

[Newer Posts](http://asajoh.blogspot.com/) [Older
Posts](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-
max=2009-11-20T19:39:00%2B05:00&max-results=7)
[Home](http://asajoh.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts (Atom)](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Vælkomin!

Hetta er mín persónliga blogga, og tað merkir at eg skrivi um tað sum eg eri
upptikin av ella havi áhuga fyri. Eg ætli mær tó ikki at keða teg við mínum
privatlívi - tílíkum bloggum finnast alt ov nógvar av.

Eg kann geva tær eitt hint um hvat tú kanst risikerað at lesa her. Djór og
djóraatferð er mítt fakøki, og nakað eg gangi høgt uppí, so um lívfrøði ikki
er títt ting, er nokk best at leita víðari. Eg eri gudloysingur og ein av
aktivu limunum í Gudloysi, so hetta er heldur ikki ein blogga fyri sart
trúgvandi at lesa. Vænta tær eina rúgvu av skeldi um tað sum rørir seg í
føroyska og alheimssamfelagnum krydda við meira ella minni jøvnum postum um
lívfrøði.

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Text&widgetId=Text1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

## Um meg

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STDtoykHxSI/AAAAAAAAAAY/mj1
Q9_QvOYs/S220-s80/2008_1007summarferia20080057.JPG)](https://www.blogger.com/p
rofile/11499474472873861079)

[ Ása Johannesen ](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

    Eg eri djóraatferðarfrøðingur, gudloysingur, feministur og ein rúgva av øðrum tingum sum enda við -ur hóast eg eri av tí veikara kyninum. ;)
[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/11499474472873861079)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Profile&widgetId=Profile2&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

## Melda teg til

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fp
osts%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fposts%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/posts/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Posts

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-netvibes.png) ](https://w
ww.netvibes.com/subscribe.php?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot.com%2Ffeeds%2Fc
omments%2Fdefault) [ ![](http://img1.blogblog.com/img/widgets/subscribe-
yahoo.png) ](https://add.my.yahoo.com/content?url=http%3A%2F%2Fasajoh.blogspot
.com%2Ffeeds%2Fcomments%2Fdefault) [
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) Atom
](http://asajoh.blogspot.com/feeds/comments/default)

![](http://img2.blogblog.com/img/widgets/arrow_dropdown.gif)
![](http://img1.blogblog.com/img/icon_feed12.png) All Comments

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Subscribe&widgetId=Subscribe1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Merki

## Bloggurulla

  * [ Friendly Atheist](http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist)

2 hours ago

  * [ Heimurin sambært Brekkustovu](http://brekku.stovu.net)

5 weeks ago

  * [ Stephen Fry](http://www.stephenfry.com)

1 month ago

  * [ Fuck You, Penguin](http://www.fupenguin.com/)

1 year ago

  * [ The Digital Cuttlefish](http://digitalcuttlefish.blogspot.com/)

3 years ago

  * [ Tankar úr lummanum](http://jakupsa.blogspot.com/)

5 years ago

  * [ Støddfrøðiheimurin](http://stoeddfroedi.blogspot.com/)

6 years ago

  * [ KatrinPetersen'sa Blogging](https://katrinpetersen.wordpress.com)

6 years ago

  * [ Tetrapod Zoology](http://scienceblogs.com/tetrapodzoology/atom.xml)

  * [ Paroxysms of Sketch](http://sketchsepahi.com/feed/atom)

  * [ Pharyngula](http://scienceblogs.com/pharyngula/atom.xml)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogList&widgetId=BlogList1&acti
on=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_11_01_archive.html) (1)
      * [Kristni í fólkaskúlanum](http://asajoh.blogspot.com/2009/11/kristni-i-folkaskulanum.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 08 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_08_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 07 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 05 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 03 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_03_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 02 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_02_01_archive.html) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 01 ](http://asajoh.blogspot.com/2009_01_01_archive.html) (5)
  * [ ► ](javascript:void(0)) [ 2008 ](http://asajoh.blogspot.com/search?updated-min=2008-01-01T00:00:00%2B05:00&updated-max=2009-01-01T00:00:00%2B05:00&max-results=16) (16)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 12 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_12_01_archive.html) (3)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ 11 ](http://asajoh.blogspot.com/2008_11_01_archive.html) (13)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
2&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Technorati meg :)

[![Add to Technorati Favorites](http://static.technorati.com/pix/fave/tech-fav
-1.png)](http://technorati.com/faves?sub=addfavbtn&add=http://asajoh.blogspot.
com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=HTML&widgetId=HTML1&action=editW
idget&sectionId=sidebar)

![](http://4.bp.blogspot.com/_ay93cOzyYdk/STfXW99PfqI/AAAAAAAAAA4/yNEqIoiwAi0/
S269/scarletletter_sm.gif)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=2775695904987824137&widgetType=Image&widgetId=Image1&action=edi
tWidget&sectionId=sidebar)

  *[19:39]: 2009-11-20T19:39:00+05:00